Eingin tekur Tjaldrið

Sigurin hesa ferð var trivaligari, enn teir báðir undanfarnu sigrarnir hava verið

Kappróður

 

Kappingin millum 5-mannafør við dreingjum plagar at vera tøtt og intens, og ofta hevur tað verið soleiðis í einum róðrarári, at fleiri bátar hava verið millum sigursharrarnar. Dømi um hetta var 2007, tá ið Havfrúgvin, sum var trivaligur FM vinnari, og Sílið vunnu róðrarnar.

Í 2008 var einki at rafla um. Tá vann Sílið allar sjey róðrarnar so sera sannførandi. Havfrúgvin og Sílið plaga at vera við í kappingini, men soleiðis er tað ikki í ár. Vestmanna dreingir umborð á Havfrúnni sást einki til leygardagin. Á norðoyastevnu varð Havfrúgvin nummar seks, og á Fjarðastevnu var Havfrúgvin nummar sjey.

Støðan í Havnar Róðrarfelag tykist ikki vera góð. Sílið luttekur ikki í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum. Tað er neyvan komið fyri áður.

Higartil í ár hevur tað verið Tjaldrið, sum hevur átt oddasessin. Leygardagin var tað fyrsta partin av teininum tætt og spennandi, tí bæði Junkarin og Báran høvdu hug at bjóða av. Men tá ið teir fóru undir endaspurtin var eingin ivi. Tjaldrið var klárt á odda, og tá ið bátarnir fóru um málið, var guli báturin eina bátslongd undan Báruni, sum vann tætta kapping við Junkaran um silvurmerkini.

Sigurin hjá Tjaldrinum leygardagin var meiri sannførandi, enn hann hevði verið tvær tær undanfarnu ferðirnar. Í Klaksvík var tíðarmunurin aftur til Junkaran umleið tvey sekund, og á Skála var tíðarmunurin aftur til Teistan umleið tvey sekund. Á Kollafirði var sigurin á Báruni vunnin við meiri enn trimum sekundum.

Tjaldrið hevur ikki vunnið FM síðani í 2000 og 2001. Tað stendur framvegis nógv upp á spæl, men tølini eftir teir tríggjar fyrstu róðrarnar í ár siga, at Tjaldrið er greiður favorittur at vinna FM í ár.