Kvívíkingur vann kappingina millum 8-mannaførini á Norðoyastevnu, og avrikið og úrslitið vóru so mikið góð, at kvívíkingar fara at liggja í miðjuni, tá ið tað komandi leygardag aftur verður FM kappróður á skránni.
Saman við Argjabátinum og Árnfirðingi fekk Kvívíkingur besta startin, og eina løtu var tætt millum hesar tríggjar bátarnar. Men so fór Kvívíkingurin rættuliga at røra upp á seg. Hann tók seg meiri enn eina bátslongd frá Argjabátinum, meðan Árnfirðingurin dragnaði, og í endaspurtinum var eingin ivi. Kvívíkingur var meiri enn eina bátslongd frammanfyri Argjabátin, sum í fjør vann allar róðrarnar og harvið var FM vinnari í 2009.
Nú eru fleiri ár síðani, at Kvívíkingur var í yvirskriftunum, men tað var tann tíð, tá ið kvívíkingar settu dagsskránna í kappingini millum 8-mannaførini. Avrikini hava eisini borið góð úrslit við sær, og hæddarpunktið var, tá ið Kvívíkingur vann FM í 1978, 1979, 1980 og 1981. Síðani hevur Kvívíkingur vunnið tvey FM – í 1996 og 2002.
Seinastu sjey árini hevur Kvívíkingur ikki verið í nánd av FM heitinum, og serliga trý tey seinastu árini hevur tað verið rættuliga friðarligt. Í fjør luttók Kvívíkingur ikki, í 2008 var Kvívíkingur nummar fýra í øllum róðrunum, í 2007 luttók Kvívíkingur ikki, og í 2006 var einasta luttøkan á Fjarðastevnuni, tá ið Kvívíkingur endaði á fimta plássi.
Í 2005 var Kvívíkingur væl við, men tað eydnaðist ikki at vinna nakran róður. Kvívíkingur var nummar tvey í øllum róðrunum. Í 2004 og 2003 gekk tað hampuligt, og tá vóru tað serliga sigrarnir á Ólavsøku, sum gjørdu, at avrikini vóru góðtikin.
FM heitið í 2002 varð vunnið við fýra sigrum. Ta ferðina var Kvívíkingur næstfremstur á Norðoyastevnu. Nýggja kappróðrarárið byrjaði við sannførandi sigri í Klaksvík, og alt bendir á, at Kvívíkingur fer at vera við til at seta dagsskránna í summar. Avrikini hjá hinum á Norðoyastevnu benda á, at í løtuni er tað bara Argjabáturin, sum møguliga verður førur fyri at bjóða av. Árnfirðingurin, Fríggjarin, Ørvur og Knørrur skulu gera heilt nógv við tað, um teir á nakran hátt skulu hava nakran møguleika at hótta Kvívíking, sum longu nú má roknast at vera upplagdur favorittur. Kvívíkingur er vaknaður úr FM dvalanum, sum hann seinastu sjey árini hevur verið í!
?
8-mannafør
1 Kvívíkingur 07:22.09
2 Argjabáturin 07:25.14
3 Árnfirðingur 07:35.05
4 Fríggjarin 07:39.00
5 Ørvur 07:40.15
6 Knørrur 07:59.13