Veðrið er altavgerandi!

Hóast tað er fast samband til Klaksvíkar og fyrsti FM róðurin í ár er á skránni, so er veðrið alt avgerandi fyri undirtøkuna til kappróðurin á norðoyastevnu. – Er veðrið gott, so koma altíð nógv fólk til kappróðurin, men er veðrið ringt, so sita fólk heima við hús og fylgja við, sigur ein av fyrireikarunum

Leygardagin verður ársins fyrsti FM kappróður. Tað eru tilmeldaðar 88 bátsmanningar til í ár. Eftir nógvar harðar venjingar er tíðin endiliga komin, at rógvararnir sleppa at vísa hvør dugur er í teimum. Kappróðurin á norðoyastevnu hevur tað orð á sær altíð at fara langt yvir vanligu tíðina. Okkurt árið hevur kappróðurin verið seinkaður upp í tríggjar tímar.

Seinastu árini hava vit havt óvanliga ringt verður og tað er nakað vit ikki fáa vart okkum fyri. Vit royna at fyribyrgja hesum við at hava fýra bátar, ið halda fasta startinum. Tveir á 1000 metra málinum og tveir á 1500 metra málinum. Tað royndu vit á fyrsta sinni í fjør og tað riggaði væl. Tað vóru ikki meira enn 11 minuttir ímillum skiftini frá 1000 metrum til 1500 metrar, sigur John Reid Ziska Jacobsen, ið er ein av høvuðsfyriskiparunum av kappróðrinum á norðoystevnu.

Tað eru eisini nógvar manningar, ið eru við fyri fyrstu ferð og sum ongantíð hava róð saman fyrr. Tað kann eisini skapa trupulleikar.

Tað er serliga hjá 5-mannaførunum at tað kunnu verða stórir trupulleikar. Bátar koma at liggja tvørt fyri og vit mugu hjálpa teimum upp á pláss. Ein trupulleiki er, at tey kenna ikki mun á stýriborði og bakborði. Tá kann tað gerast trupult at fáa bátarnar at gera sum vit vilja. Tað er ein afturvendandi trupulleiki og tað er ikki nakað, vit her í felagnum kunnu fyribyrgja. Tað mugu feløgini hvør í sínum lag læra teir ungu rógvararnir, sigur John Reid.

Tað er stórt arbeiði at fyrireika ein kappróður, men í Klaksvík er nógv hjálp at heinta og fyrireikingarnar ganga væl.

Vit fáa hjálp allastaðni frá og fólk eru ikki bangin fyri at siga ja til eitthvørt. Vit hava gjørt næstan alt, sum vit kunnu gera, men tað eru nøkur ting vit ikki kunnu gera fyrrenn leygardagin. Eitt nú at leggja startin út. Vit plaga eitt nú at leggja fasta startin á 1500 metrar málið út fríggjakvøld, tí av at barnaróðurin er blivin til ein FM róður, so skal hann brúkast á 500 metra málinum fyrst.

Fyrireikararnir í Klaksvík hava áður roynt at fyrireika kappróður.

Vit eru tveir, ið hava evstu ábyrgd og vit hava fingist við at fyrireika kappróður á norðoyastevnu í trý ár nú. Vit eru heldur ikki bangnir fyri at biðja um hjálp, um á stendur. Hóast kappróðurin á norðoyastevnu kann draga út, so eru menn fúsir at hjálpa til, sigur John Reid.

Men hvat vænta klaksvíkingar sær av kappróðrinum?

Eg vóni sjálvandi, at tað gongur bátunum her norði væl, men nú kenni eg ikki hinar bátarnar so væl sum eg kundi ynskt, sigur John Reid at enda.

Kappróðurin á norðoyastevnu byrjar klokkan 13 við barnaróðri og klokkan 15 byrjar ársins fyrsti FM róður hjá teimum vaksnu.