Kappróður
Av góðum grundum er hann stak væl kendur í róðrarumhvørvinum. Martin Venned, sum í Kollafirði sat á toftubekki umborð á Klaksvíkingi, hevur nógvu av seinastu árunum verið við til at manna fleiri 10-mannafør:
Í 1996 og 1997 var hann við Kjøli, og í 1998 og 1999 var hann við til at manna Eysturoying, sum tá var nýggjur og bæði árini vann FM. Í 2001 var hann við til at vinna FM við 8-mannafarinum Nevinum Reyða hjá klaksvíkingum. Martin var umborð á nýggja Klaksvíkingi í 2002.
Róðrarárið í fjør var eitt sindur sjáldsamt fyri Martin Venned:
- Tá varð eg biðin um at vera við til at manna Havnarbátin. Elsti sonurin var umborð á Eysturoyingi, so vit báðir feðgarnir kappaðust ímóti hvørjum øðrum.
Heilt gamal dreymur
Martin Venned er ættaður úr Klaksvík. Hann hevur í fleiri ár búð í Søldarfirði, men okkurt skifti inn ímillum hava hann og familjan búð í Klaksvík.
Martin, sum nú er 42 ára gamalur, stýrdi fyrstu ferð Fípuni Føgru í 1977, tá ið hann var tíggju ára gamal:
- Eg havi altíð verið ógvuliga áhugaður í kappróðri. Í hvussu so er síðani eg fyrstu ferð var við til at manna Fípuna Føgru, havi eg droymt um at vinna við Klaksvíkingi, men nú sá tað heilt svart út.
Og so greiðir Martin Venned frá, hvussu tað kom í lag, at hann hesa ferð kom umborð á Klaksvíking
- Teir hava fyrr í summar orðað við meg um at rógva við Klaksvíkingi. Í maskinuni heima við hús plagi eg at venja eitt sindur, og eisini í neystinum á Glyvrum saman við fleiri teirra, sum nú eru umborð á Eysturoyingi
So tað kundi kanska verið ein eitt sindur blandað kensla, nú veteranurin var við til at vinna á Eysturoyingi, men kortini fjalir Martin ikki yvir, at hann er ovurfegin um, at tað eydnaðist at vinna við Klaksvíkingi.
- Eg var givin, og eg hevði ikki roknað við, at eg nakrantíð aftur fór at rógva kapp. Men tá ið tað var at vera við til at manna Klaksvíking, sum eg síðani 1977 havi droymt um at vunnið við, so tók eg av. Hetta hevur verið dreymurin í 32 ár, og nú er tað veruleiki, sigur Martin Venned, sum gleðir seg til at kappast á Tongisvágsfirði leygardagin.
At hetta gjørdist heilt knappligt sæst eitt nú aftur í, at Martin Venned hevði verið í Rumenia í hjálparørindum, tá ið tað næstsíðsta mánadag vóru boð eftir honum um at hjálpa til umborð á Klaksvíkingi, sum hann ikki hevði luttikið við á norðoyastevnu og á skálastevnu.
Í 2002 var tað trupult hjá Martini at búgva í Søldarfirði og at venja í Klaksvík. Tað fór við so nógvari tíð. Men nú er lag á manni, eftir at undirsjóvartunnilin undir Leirvíksfirði er latin upp.
- Hetta er eitt spæl. Eg havi verið við motorsúkklu í Klaksvík og vant, og har norðuri kennist tað rættuliga sum um, at tað nú er áhugi fyri 10-mannafarinum!











