Trý FM heiti eru undir borðinum

Serliga stórur er spenningurin í kappingini millum 10-mannaførini, har Klaksvíkingur og Eysturoyingur eru stavn um stavn

Kappróður

 

Tað verður FM kappróður í Fuglafirði í morgin. Talan verður um fimta FM kappróðurin í ár, og tá ið kappróðurin á varmakeldu verður av, verða tveir kappróðrar eftir í hesum kappingarárinum.

Tað er gott pláss og góðar umstøður at rógva í Fuglafirði. Tí er eingin trupulleiki at kappast á 1000 metrum, 1500 metrum og 2000 metrum. Hetta verður síðsta ferðin í ár, at tað verður kappast á longru teinunum.

Vestanstevnan verður um eina viku í Sandavági, har tað bara verður kappast á 1000 metrum, og á ólavsøku er róðrarteinurin av Argjahøvda og inn undir Skipafelagið 901,3 metrar.

 

Trý undir borðinum

Frá 1973 og fram til í fjør vórðu sjey stig givin vinnarabátinum, meðan tann næstfremsti fekk fimm stig. Undan hesum kappingarárinum varð hetta broytt soleiðis, at vinnarabáturin fær sjey stig, og tann næstfremsti fær seks stig.

Málið við broytingini var at skapa fyritreytir fyri, at spenningurin skuldi varðveitast eitt sindur longri. Kortini er tað soleiðis, at tríggjar manningar í morgin mest sum kunnu tryggja sær FM heitið.

Talan er um dreingjamanningina á Tjaldrinum, kvinnumanningina á Gongurólvi og Argjabátin. At spenningurin framvegis er stórur í hinum kappingunum sæst aftur í, at Jallurin bara er eitt stig frammanfyri Firvald í gentukappingini, at Frúgvin og Erla Kongsdóttir hava eins nógv stig í kvinnukappingini, og at Riddarin er tvey stig frammanfyri Tvørabátin.

Tað er langt frá á hvørjum ári, at bátur úr Fuglafirði er millum teir, sum hava møguleika at vinna á varmakeldu. Soleiðis er tað hesa ferð. Kvinnurnar umborð á Erlu Kongsdóttir hava staðið seg væl. Tær vunnu tvær tær fyrstu ferðirnar, men á sundalagsstevnu og á jóansøku vann Frúgvin á fuglfjarðarbátinum.

 

Størsti spenningurin

Kappingin millum 10-mannaførini er ógvuliga intens. Á norðoyastevnu fóru Eysturoyingur og Klaksvíkingur stavn um stavn um málið. Á fjarðastevnu var Eysturoyingur fremstur, og síðani hevur Klaksvíkingur vunnið á sundalagsstevnu og á jóansøku.

Í stigum er púra javnt, tí Eysturoyingur varð kosin vinnari á norðoyastevnu.

Meðan tað tríggjar tær fyrstu ferðirnar var ógvuliga javnt, so var sigurin hjá Klaksvíkingi meiri trivaligur á Jóansøku.

Ta ferðina luttóku teir á Eysturoyingi fyri fyrstu ferð við nýggjum báti. Tá var tað serliga í startinum, at munurin var stórur. Bæði Klaksvíkingur og Eysturoyingur hava síðani sunnudagin vant startin nógv. Í morgin fæst at síggja, um gongdin og úrslitið fara at verða øðrvísi, enn tey vóru fyri einari viku síðani.

 

Mynd: 10-mannafør

Størsti spenningurin er í 10-mannafarsróðrinum, har Eysturoyingur og Klaksvíkingur liggja púrasta javnir í stigum