Bretlandi, sigur, at um fólkið vil steðga Brexit, so kunnu tey tað. Tony Blair heldur, at tað er møguligt at hava eina fólkaatkvøðu afturat um evnið. Hann sigur við The Scotsman í vikuskiftinum, at tann fyrr [...] Tony Blair. Hann vísir, at tað er ikki so einfalt at fara úr ES um tað er gjørt til. Tony Blair sjálvur er heitur forskprákari fyri framhaldandi ES limaskapi og útihýsir ikki, at hann kann gerast eina partur [...] partur av arbeiðnum fyri at varðveita limaskapin. Hann sigur tó, at tað gerst ikki talan um, at hann fer uppí politikk aftur.
býráð at umbyggja svimjihøllina í Gundadali og millum annað gera ein rutsjibana, og nú er líkt til, at eitt innandura spælipláss eisini kemur á breddan. Tórshavnar kommuna skrivar, at arbeiðið at gera innandura [...] býráð hevur verið fyri atfinningum, eftir at allir býráðslimirnir atkvøddu fyri at gera rutsjibanan, men eingin kravdi, at arbeiðið skuldi bjóðast út. Líkt er til at býráðið hevur tikið hesar atfinningarnar [...] og býarskipanarnevndin og fíggjarnevndin hava samtykt at bjóða arbeiðið út. - Slíkar hallir eru sera vælumtóktar í grannalondunum og mett verður, at karmarnir eru sera góðir í Kommunuskúlanum, skrivar kommunan
sagt, at orðingin er ikki í lagi. Tí eigur málið at koma aftur í Løgtingið, segði Jógvan á Lakjuni. -Tað sær út sum samgongan roynir at luska málið ígjøgnum, segði Jógvan á Lakjuni. Løgmaður segði, at ongar [...] mannagongdir eru broyttar. Hann segði, at hann hevur virt mannagongdirnar og at hann hevur tosað við danir um tað, sum Løgtingið hevur samtykt. Jógvan á Lakjuni ávaraði um at gera sum gjørt er hesaferð í sambandi [...] -Eg eri meira og meira skakkur av løgmanni, at hann hevur so lítla virðing fyri mannagongdum. Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin, segði, at løgmaður ikki virðir tær demokratisku mannagongdirnar, sum eru
hava funnist hvassliga at ísraelska politikkinum, men talsmaðurin hjá Eli Yishai, innanríkisráðharra sigur, at avgerð ráðharrans at góðkenna byggiætlanina hevur einki við politikk at gera. Avgerðin er ha [...] sítt navn undir og harvið góðkent eina ætlan at byggja 1.600 bústaðir afturat í Eysturjerusalem. Talsmaðurin hjá ráðharranum sigur, at Yishai er sinnaður at góðkenna eina aðra ætlan, sum umfatar 2.700 bústaðir [...] harafturímóti ein roynd at sissa tey, sum í seinastuni hava mótmælt, at tað er ov dýrt at seta búgv í Ísrael. -Góðkenningin er ein avleiðing av búskaparkreppuni her í Ísrael. Hetta er ein spurningur um búskap
nógv, tá felagið herfyri noyddist at boða frá, at tað hevði ikki funnið nakra olju í Lady Franklin-brunninum við Vesturgrønland. Blaðið The Herald Scotland skrivar, at longu eitt samdøgur eftir fráboðanina [...] verður, at virðið á partabrøvunum í Cairn Energy er minkað 13 prosent tann seinasta mánaðin og er nú tað minsta síðani ársbyrjan í fjør. Skotska felagið heldur framvegis uppá, at útlitini fyri at finna olju [...] Energy minkað so nógv, at felagið var meiri enn tvær milliardir krónur minni vert enn dagin fyri. Upphæddin svarar til meiri enn helmingin av tí, sum tað kostar skotska felagnum at leita eftir olju í Grønlandi
ini hjá AI, sigur, at tiltøkini hjá sýrisku myndugleikunum eru væl skipað og hava til endamáls at kvala alla andstøðu. Amnesty International sigur, at kemur ST til ta niðurstøðu, at sýrisku myndugleikarnir [...] International fóru trygdardeildirnar so harðliga fram, at ST eigur at kanna, um talan var um brotsverk ímóti mannaættini. Felagsskapurin er ikki sloppin at senda fólk til Sýrialand, men hevur fingið frásagnir [...] arnir hava framt brotsverk ímóti mannaættini, skal tað bera til at geva boð um at handtaka teir ella tey, sum hava ábyrgdina.
tað er átaluvert, at sparikassin ikki vil virða rættin hjá vanliga løntakaranum at kunna halda summarfrí sína, skrivar Samtak á sínari heimasíðu. Tað er møguleiki fyri at boða Taks frá, at frítíðarlønin skal [...] lag fer nú at fyrireika rættarmál móti Norðoya Sparikassa. Felagið ynskir samstundis at ávara limirnar móti tí mannagongd, sum Norðoya Sparkikassi hevur brúkt. Tað er niðurstøðan eftir, at tveir av limunum [...] Sparikassa, men uttan at boða kundanum frá, hevur sparikassin flutt frítíðarpeningin á aðra kontu til at dekka lán, skrivar samtak.fo. - Sambært frítíðarlógini, er frítíðarlønin oyramerkt til at halda summarfrí
rætta er at máta hæddina eftir teimum ovastu klettunum, men myndugleikarnir í Nepal halda uppá, at tað rætta er at máta hæddina eftir tí ovasta kavanum, sum er fýra metrar tjúkkur. Í Nepal siga tey, at kinesarar [...] samtykt at kanna, hvussu høgt Mount Everest veruliga er. Tann alment viðurkenda hæddin er 8.848 metrar, men myndugleikarnir í Nepal og grannalandið Kina hava leingi verið ósamdir um tað. Kina sigur, at tað [...] hæddina eftir teimum ovastu klettunum og stundum eftir kavanum, og at tað hevur elvt til óskil. Jarðfrøðingar siga harafturímóti, at hvørki metratalið hjá kinesarum ella nepalbúgvum er rætt, tí Mount Everest
Av tí, at avtala varð gjørd at úrslitini hjá hvørjum einstakum stovni skuldu vera loynilig, so vildi kommunan hava allar stovnarnir hvør í sær at geva sítt samtykki til, at innlit varð latið í nøgdsemi [...] ætlanin, at øll úrslitini skuldu vera loynilig, men tá innlit varð biðið í upplýsingarnar, so vildi kommunan hava dagstovnarnar at geva sítt samtykki. Men Katrin Petersen heitir eisini á fólk, um at vera varðin [...] blivu kløkk av, at tað varð kunngjørt, hvørjir tríggir teir best umtóktu stovnarnir eru, sigur Katrin Petersen, leiðari á barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu. Hon vísir á, at tað upprunaliga
ur, staðfestir, at við hesi fíggjarlógini stýra Føroya í beinari kós út av eggini. - Og eg vil ikki vera við til at koyra hetta landið á heysin. Hann sigur, at samgongan hevur slept at kalla øllum neyðugum [...] hevur sett í verk, at økja enn meiri um raksturin. Eitt, sum hann sipaði til, er, at nógv ellis- og røktarheim verða bygd og tey skulu eisini mannast. - Samanumtikið fer raksturin at økjast tey næstu árini [...] tingmaður fyri Sambandsflokkin hevur gjørt støðuna upp. Og støðan er tann, at hóast hann er í samgonguni, fer hann ikki at atkvøða fyri fíggjarlógini fyri næsta ár. Tað gjørdi hann greitt í Løgtinginum