Av tí, at avtala varð gjørd at úrslitini hjá hvørjum einstakum stovni skuldu vera loynilig, so vildi kommunan hava allar stovnarnir hvør í sær at geva sítt samtykki til, at innlit varð latið í nøgdsemi við einstaku stovnarnar.
– Stovnarnir hava følt nógvar reaktiónir frá foreldrum, og summi blivu kløkk av, at tað varð kunngjørt, hvørjir tríggir teir best umtóktu stovnarnir eru, sigur Katrin Petersen, leiðari á barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu.
Hon vísir á, at tað upprunaliga var ætlanin, at øll úrslitini skuldu vera loynilig, men tá innlit varð biðið í upplýsingarnar, so vildi kommunan hava dagstovnarnar at geva sítt samtykki.
Men Katrin Petersen heitir eisini á fólk, um at vera varðin at brúka hesi úrslitini.
– Hetta er eitt grunt ov grundarlag, og nøgdsemið kann so skjótt broytast, sigur leiðarin á barna- og ungdómsdeildini.