Amnesty krevur kanning

Amnesty International vil nú hava ST at kanna, um myndugleikarnir í Sýrialandi hava framt brotsverk ímóti mannaættini undir ófriðinum í seinastuni.

Felagsskapurin vísir millum annað á tilburðin, tá sýriskar trygdardeildir tóku ein bý nærhendis libanska markinum tann 14. mai. Sambært Amnesty International fóru trygdardeildirnar so harðliga fram, at ST eigur at kanna, um talan var um brotsverk ímóti mannaættini. Felagsskapurin er ikki sloppin at senda fólk til Sýrialand, men hevur fingið frásagnir frá fleiri vitnum, sum vátta ta harðligu framferðina hjá myndugleikunum.

Philip Luther, sum er leiðari á Miðeystur-deildini hjá AI, sigur, at tiltøkini hjá sýrisku myndugleikunum eru væl skipað og hava til endamáls at kvala alla andstøðu.

Amnesty International sigur, at kemur ST til ta niðurstøðu, at sýrisku myndugleikarnir hava framt brotsverk ímóti mannaættini, skal tað bera til at geva boð um at handtaka teir ella tey, sum hava ábyrgdina.