Magni Laksáfoss, tingmaður fyri Sambandsflokkin hevur gjørt støðuna upp. Og støðan er tann, at hóast hann er í samgonguni, fer hann ikki at atkvøða fyri fíggjarlógini fyri næsta ár. Tað gjørdi hann greitt í Løgtinginum fyri løtu síðani.
Magni Laksáfoss, sum eisini er búskaparfrøðingur, staðfestir, at við hesi fíggjarlógini stýra Føroya í beinari kós út av eggini.
- Og eg vil ikki vera við til at koyra hetta landið á heysin.
Hann sigur, at samgongan hevur slept at kalla øllum neyðugum bygnaðarligum og virksemisskapandi tiltøkum.
Tvørturímóti fara tey tiltøk, sum samgongan hevur sett í verk, at økja enn meiri um raksturin. Eitt, sum hann sipaði til, er, at nógv ellis- og røktarheim verða bygd og tey skulu eisini mannast.
- Samanumtikið fer raksturin at økjast tey næstu árini, hóast búskaparráðið mælir til, at tær verða minkaðar, sigur Magni Laksáfoss.