Hvar verða jólini hildin í ár?
- Vit halda jól heima á Hamaranum á Argjum. Eitt fantastiskt stað við fríum útsýni yvir Føroyar. Nóg langt vekk frá býnum til at vera bygdasligt, og nóg nær býnum til at vera pulserandi.
Soleiðis sigur Joel undir Leitinum.
Hvat verður etið um jólini?
- Á jólum eta vit altíð føroyska gás og føroyskar dunnur - eisini í ár. Tað fæst ikki betri. Sjálvsagt við rísalamande omaná.
Og Joel leggur aftrat:
- Sum mammubeiggin, Erling í Elduvík, sáli, plagdi at siga: "Góður matur smakkar so væl", og hann visti, hvat hann tosaði um.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Tá frontarnir undir fyrra heimsbardaga kundu halda tey eini jólini saman, átti tað sama at kunna latið seg gjørt kring allan heim.
Joel undir Leitinum heldur, at jólini eiga at fáa tað besta fram í fólki, og hann minnir á, hvør jólaboðskapurin er: "Friður á jørð og í menniskjum góður tokki".
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Tað hevur týdning at minnast, hví vit halda jól. Vit fara altíð í kirkju á jólum, tí tað hevur týdning at balansera tað verðsliga og tað tímiliga - ikki minst á jólum.
Joel undir Leitinum heldur, at adventin og jólini eru ein hugnalig tíð, og soleiðis skulu tey eisini livast.










