Tony Blair, fyrrverandi forsætismálaráðharri í Bretlandi, sigur, at um fólkið vil steðga Brexit, so kunnu tey tað.
Tony Blair heldur, at tað er møguligt at hava eina fólkaatkvøðu afturat um evnið. Hann sigur við The Scotsman í vikuskiftinum, at tann fyrr fólkaatkvøðan gav ikki eitt nóg greitt úrslit.
- Um vit vilja verða verandi í felags marknaðinum, sum eg haldi vit vilja, so mugu vit eisini átaka okkara lut í flóttafólkapolitikkinum og arbeiðskraftini, ið flytur millum lond, sigur Tony Blair.
Hann vísir, at tað er ikki so einfalt at fara úr ES um tað er gjørt til. Tony Blair sjálvur er heitur forskprákari fyri framhaldandi ES limaskapi og útihýsir ikki, at hann kann gerast eina partur av arbeiðnum fyri at varðveita limaskapin. Hann sigur tó, at tað gerst ikki talan um, at hann fer uppí politikk aftur.










