Bjóða innandura spælilandið út í vikuni

Herfyri samtykti Tórshavnar býráð at umbyggja svimjihøllina í Gundadali og millum annað gera ein rutsjibana, og nú er líkt til, at eitt innandura spælipláss eisini kemur á breddan.

 

Tórshavnar kommuna skrivar, at arbeiðið at gera innandura spæliplássið verður boðið út í vikuni.

- Arbeitt hevur leingi verið í kommununi við eini ætlan um innandura spælipláss. Spæliplássið er staðsett í teimum báðum hallunum í Kommunnuskúlanum, sum í løtuni verður umbygdur til lestraríbúðir, skrivar kommunan.

 

Tórshavnar býráð hevur verið fyri atfinningum, eftir at allir býráðslimirnir atkvøddu fyri at gera rutsjibanan, men eingin kravdi, at arbeiðið skuldi bjóðast út. Líkt er til at býráðið hevur tikið hesar atfinningarnar til sín, tí byggi- og býarskipanarnevndin og fíggjarnevndin hava samtykt at bjóða arbeiðið út.

 

- Slíkar hallir eru sera vælumtóktar í grannalondunum og mett verður, at karmarnir eru sera góðir í Kommunuskúlanum, skrivar kommunan á heimasíðu síni.