Biðið um longda freist til álit um fosturtøku

Rættarnevndin hevur fingið freistina at koma við álitið longda eina viku

Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi er forkvinna í Rættarnevndini

Næsta fríggjadagin gongur longda freistin hjá Løgtingsins rættarnevnd út at lata inn álit um løgtingslóg um fosturtøku.

Í gerðarbókini hjá rættarnevndini sæst, at nevndin hevur biðið um at fáa freistina longda eina viku.

Har verður greitt frá, at uppskotið varð lagt fram 23. september, og eftir 1. viðgerð tann 30. september varð málið beint í Rættarnevndina.

Nevndi hevur síðani umrøtt málið á fundi 7. oktober og gjørdi tá av at kalla feløg og myndugleikar á fund við nevndina at viðgera málið. Av ymsum orsøkum hevur ikki borið til at hava hesar fundir, skrivar nevndin.

– Málið hevur veirð á fundi í Rættarnevndini 28. okober og er aftur á skrá til fundin mánadagin 3. novekber, og eftir hesar fundir verður farið at skriva áliti, skrivar nevndin í umbønini til forkvinnuna um at leingja freistina.

Løgtingforkvinnan hevur eftirlíkað umbønini um at leingja freistina til næsta fríggjadag 7. november.

 

 

Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi er forkvinna í Rættarnevndini