Í kvøld klokkan 19 bresta FM-vinnararnir, KÍ og FM-vinnararnir í 2024, Víkingur saman í finaluni um løgmanssteypið á Tórsvølli.
Í 2022 vann Víkingur 1-0 á KÍ í steypafinaluni, og í 2016 vann KÍ á Víkingi í steypafinaluni aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.
Í landskappingini í ár hevur KÍ vunnið 2-0 og 1-0 á Víkingi, meðan triði dysturin endaði við javnleiki 0-0.
KÍ hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
(Oddsini eru galdandi fyri vanliga leiktíð)
Oddsini upp á sigur til KÍ liggja millum 1,47 og 1,53.
Oddsini upp á sigur til Víking liggja millum 5,00 og 5,60
Oddsini upp á javnleik aftaná vanliga leiktíð liggja millum 4,00 og 4,20.
HER eru oddsini:
##med2##












