Skakkur av løgmanni

-Eg eri meira og meira skakkur av løgmanni, at hann hevur so lítla virðing fyri mannagongdum.

 

Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin, segði, at løgmaður ikki virðir tær demokratisku mannagongdirnar, sum eru galdandi.

 

-Eitt uppskot var samtykt, men danir hava sagt, at orðingin er ikki í lagi. Tí eigur málið at koma aftur í Løgtingið, segði Jógvan á Lakjuni.

 

-Tað sær út sum samgongan roynir at luska málið ígjøgnum, segði Jógvan á Lakjuni.

 

Løgmaður segði, at ongar mannagongdir eru broyttar. Hann segði, at hann hevur virt mannagongdirnar og at hann hevur tosað við danir um tað, sum Løgtingið hevur samtykt.

 

Jógvan á Lakjuni ávaraði um at gera sum gjørt er hesaferð í sambandi við mannagongdirnar millum Føroyar og Danmark, og hann heitti á ríkisumboðsmannin um ikki at góðtaka hetta.

 

-Gongur hetta, so eru vit ein bananrepublikk, segði hann.