Seðlarnir í sambandi við springaradrápið í Streymnesi í gjárkvøldi komu út við bátahylin á Oyrarbakka í morgun klokkan 10.
Í Sunda kommunu heittu tey á fólk um at taka atlit til hvønn annan í sambandi við parkering og annað.
Tilsamans 132 springarar løgdu í gjárkvøldi beinini í Streymnesi.
- Eftir umstøðunum gekk drápið væl. Bert seks bátar vóru við í drápinum, og talan varð um einar 70 drápspartar.
Hetta vita tey í Sunda kommunu at siga í dag.
Sagt verður, at 30 springarar vórðu koyrdir norður til Eiðis at skera upp, eins og røktarheimið Mørkin og Leguhúsið í Nesvík eisini fingu partar.
- Fólk, ið eru áhugað at fáa sær eitt kók, men sum ikki eru uppskrivað í sambandi við drápið, eru vælkomin í bátahylin á Oyrarbakka umleið klokkan 13 í dag at fáa sær.
Lagt verður aftrat, at eru ivamál, eru borgarar vælkomnir at venda sær til Magnus Madsen, tilbúgvingar og havnameistara, á tlf. 297229.










