Tómur brunnur kostar Tómur brunnur kostar

Tað kostaði skotska oljufelagnum Cairn Energy nógv, tá felagið herfyri noyddist at boða frá, at tað hevði ikki funnið nakra olju í Lady Franklin-brunninum við Vesturgrønland. Blaðið The Herald Scotland skrivar, at longu eitt samdøgur eftir fráboðanina var partabrævavirðið í Cairn Energy minkað so nógv, at felagið var meiri enn tvær milliardir krónur minni vert enn dagin fyri. Upphæddin svarar til meiri enn helmingin av tí, sum tað kostar skotska felagnum at leita eftir olju í Grønlandi í ár, skrivar KNR. Sagt verður, at virðið á partabrøvunum í Cairn Energy er minkað 13 prosent tann seinasta mánaðin og er nú tað minsta síðani ársbyrjan í fjør.

Skotska felagið heldur framvegis uppá, at útlitini fyri at finna olju undir havbotninum í Vesturgrønlandi eru góð. Samstundis hevur felagið boðað frá, at tað fer undir at leita eftir olju har eysturi í Miðjarðarhavinum í næstum.