Føroya Arbeiðarafelag fer nú at fyrireika rættarmál móti Norðoya Sparikassa. Felagið ynskir samstundis at ávara limirnar móti tí mannagongd, sum Norðoya Sparkikassi hevur brúkt.
Tað er niðurstøðan eftir, at tveir av limunum í Føroya Arbeiðarafelag fingu sum vátan vøtt frammaná, tá ið teir skuldu taka sína frítíðarløn út.
Frítíðarlønin var flutt á teirra konto í Norðoya Sparikassa, men uttan at boða kundanum frá, hevur sparikassin flutt frítíðarpeningin á aðra kontu til at dekka lán, skrivar samtak.fo.
- Sambært frítíðarlógini, er frítíðarlønin oyramerkt til at halda summarfrí fyri, og tað er átaluvert, at sparikassin ikki vil virða rættin hjá vanliga løntakaranum at kunna halda summarfrí sína, skrivar Samtak á sínari heimasíðu.
Tað er møguleiki fyri at boða Taks frá, at frítíðarlønin skal flytast á serliga konto, men hendan fráboðanin skal latast Taks skrivliga í góðari tíð, áðrenn frítíðarlønin skal gjaldast út.