Myndugleikarnir í Nepal hava samtykt at kanna, hvussu høgt Mount Everest veruliga er. Tann alment viðurkenda hæddin er 8.848 metrar, men myndugleikarnir í Nepal og grannalandið Kina hava leingi verið ósamdir um tað. Kina sigur, at tað rætta er at máta hæddina eftir teimum ovastu klettunum, men myndugleikarnir í Nepal halda uppá, at tað rætta er at máta hæddina eftir tí ovasta kavanum, sum er fýra metrar tjúkkur. Í Nepal siga tey, at kinesarar tosa stundum um hæddina eftir teimum ovastu klettunum og stundum eftir kavanum, og at tað hevur elvt til óskil.
Jarðfrøðingar siga harafturímóti, at hvørki metratalið hjá kinesarum ella nepalbúgvum er rætt, tí Mount Everest hækkar orsakað av rembingum í jarðarskorpuni. Tí er nú avgjørt at máta fjallið eina ferð afturat og hesaferð við hjálp frá fylgisveinum og GPS-útgerð. Arbeiðið er mett at taka umleið tvey ár.










