Bakkafrost hevur gjørt avtalu um at keypa minnilutapartabrøvini í P/f Faroe Farming svarandi til 21,93% av partabrøvunum í felagnum. Við keypinum eigur Bakkafrost allan partapeningin í P/f Faroe Farming [...] Farming við virknaði frá 1. januar 2012. Eftir keypi av minnilutapartapeninginum hevur Bakkafrost samtakið selt 51% av partabrøvunum í P/F Faroe Farming til íløgufelagið P/F Tjaldur. Eftir at hesar avtalur
innanríkisráðharrin, Claude Guéant, við fronsku tíðindastovuna AFP í morgun. Sambært ráðharranum hevur løgreglan ikki fingið samband við mannin í nátt, og í gjár segði tann kringsetti maðurin, at hann [...] hvat tað var, men vit hava so ikki havt samband við hann í nátt, sigur innanríkisráðharrin. Hann hevur fyrr sagt, at málið hjá myndugleikunum er at taka mannin á lívi.
royndu sjórænarar at taka norska tangaskipið Trans Catalonia úti fyri somalisku strondini. Skipið hevur vápnaðar vaktarmenn umborð, og vaktarmenninir og sjórænararnir skutu eftir hvør øðrum, áðrenn sjó [...] álopsmenninar burtur og forðaðu á tann hátt fyri, at skipið bleiv rænt, sigur reiðaríið Sea Trans, sum hevur heimstað í Bergen. Trans Catalonia, sum er 20.000 tons stórt, var á veg úr Indonesia til Russlands
franskur trolari kom í nátt til Seychellurnar við italska ferðamannaskipinum Costa Alegra. Trolarin hevur togað skipið til lands, tí tað fær ikki siglt sjálvt eftir ein eldsbruna í maskinrúminum. Meiri enn [...] enn 1.000 fólk vóru umborð á Costa Alegra, og tey eru nú farin í land í býnum Victoria, sum hevur ta størsta havnarlagið á Seychellunum. Eldurin umborð á ferðamannaskipinum gjørdi, at ferðafólkini hava
Slots- og Ejendomsstyrelsen. Kjallarin er ikki innrættaður, men tað verður gjørt nú. Kommunustýrið hevur tikið av lægsta tilboðnum upp at gera arbeiðið. Lægsta tilboðið átti Multitænastan, sum er ein fyritøka [...] kunningarstova, bókasavn og eldrasambýli eru, tí tá fara onnur ikki at kunna fylgja so væl við, hvør hevur ørindi á sýsluskrivstovuni.
maður hennara eisini er prestur. Í nøkur ár hevur Kirsten verið knýtt til lærda háskúlan í Keypmannahavn sum granskari í praktiskari gudfrøði. - Kirsten hevur m.a. eisini verið prestur í Aars í Himmerlandi
Í hesum sambandi hevur Hvannasunds kommuna avgjørt at bjóða út eina kapping um navn til henda stovnin. - Vit ynskja at fáa eitt stutt navn, sum fellur væl og sum møguliga samljóðar við virksemið á stovninum [...] 3000 krónur verður latin fyri besta uppskotið. Annars letur nýggi dagstovnurin upp 2. apríl. Hann hevur bæði rúm fyri børnum í vøggustovu- og barnagarðsaldri, og fer haraftrat at kunna hýsa frítíðarskúla
Thorning-Schmidt av í forsætismálaráðnum. Tað er úrslitið av einari meiningakanning, sum Epinion hevur gjørt fyri danska kringvarpið. Kanningin vísir, at var val nú, høvdu stjórnarflokkarnir og Eindarlistin [...] vinnarin, um val hevði verið nú. Flokkurin hevði fingið 57 fólkatingslimir ella 10 fleiri, enn hann hevur.
Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen hevur boðið forsætisráðharra Noregs, Jens Stoltenberg til Føroyar. Í hesum sambandi kemur forsætisráðharrin til Føroyar á almenna vitjan í mai. Endamálið við vitjanini [...] og samstarvið millum Føroyar og Noreg. Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen sigur: Jens Stoltenberg hevur leingi ynskt at vitja Føroyar. Føroyar og Noreg hava tøtt søgulig og mentanarlig bond og mong felags
Í Irak hevur rætturin dømt fýra menn til deyða í sambandi við eina bilbumbuspreinging í høvuðsstaðnum Bagdad fyri fimm árum síðani. Tríggir av monnunum eru brøður. Spreingingin kostaði seks mannalív, og [...] ár eru 65 deyðadømd fólk tikin av døgum í Irak, og tað er næstan líka nógv sum alt árið í fjør. ST hevur funnist hvassliga at teimum nógvu avrættingunum í Irak, og ST krevur, at landið setir deyðarevsingina