Føroysk leikritaskriving

Gríma hevur skipað fyri skeiði í leikritaskriving. Hetta er liður í at fáa føroyskan dramatikk á pall, nú fyrireikingar eru til føroyskan tjóðpall. Eisini er hetta liður í útskrivaðu leikritakappingini

Fyrsta umfar av leikritaskeiðnum var í oktober í fjør. Tá vóru eini 6 - 8 luttakarar. Seinna umfar hevur verið nú, og eini 3 luttóku.

Tað eru Eyðun Johannesen og Jørgen Ljungdal, ið hava staðið fyri skeiðunum. Teir hava áður m.a. samstarvað um uppsetingina av Glataðu Spælimonnunum.

Fleiri orsøkir eru til, at slíkt skeið verður hildið.

Gríma útskrivaði fyri tíð síðani leikritakapping og kundu áhugaðir høvundar á skeiðunum fáa vegleiðing og hugskot. Eisini eru fyrireikingar til føroyskan tjóðpall. Eyðun Johannesen byrjar í apríl í starvi, sum m.a. fevnir um at byggja hetta upp. Hann er sera áhugaður í at fáa til vega føroyskar leikir.


Lættari at skilja

Jørgen Ljungdal hevur tikið sær av at vegleiða í skrivliga arbeiðinum.

Eyðun Johannesen hevur síðani sett leikbrot upp á pallinum. Hetta ger tað lættari at skilja hjá høvundunum.

Ofta sæst ikki, um leiktbrot rigga sum ætlað, fyrr enn tey verða framførd á palli, siga tey í Grímu.

Bæði Gríma og Eyðun Johannesen eru greið yvir, at tað er ikki sum at siga tað at skriva leik, men tó vóna tey at fáa føroyskan nútíðar leik á pall framyvir.