Danskir fiskimenn í øðini um fylgissveinaeftirlit

Føroyingar við Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharra á odda fyrireiða nú fylgisveinaeftirlit á føroyskum fiskiskipum, eisini undir Føroyum. Skipanin er longu galdandi fyri føroysk skip á fjarleiðum. Og meðan hetta hendir, so eru tey fyrstu málini, har fylgissveinaeftirlit hevur avdúka óregluliga veiðu í donskum sjóøki eru á veg til dómstólarnar.

Tað fyrsta málið er sent víðari til ákærumyndugleikan í einum løgregludømi í Vesturjútlandi, har støða skal takast til um ein skipari skal fáa sektaruppskot, ella um málið skal fyri rættin. Danski staturin vil krevja millum eina hálva og eina millión krónur í endurgjaldi og hald skal leggjast á veiðu.

Danska Fiskarídirektoratið væntar sær nógv av nýggju skipanini við fylgisveinamyndum, sum kann avdúka hvar eitt fiskiskip er og um tað flytir seg sama veg sum fiskurin. Tað ber tó ikki til at siggja um skipið hevur reiðskapin úti.'

Formaðurin fyri fiskimannafelagnum í Esnbjerg, Hans Aa sigur við Jydske Vestkysten, at hann heldur tað er heilt órímuligt at nýta fylgisveinaeftirlit móti fiskimonnum. Skulu fiskimenn dømast fyri ólógiga veiðu, so skulu teir takast á staðnum.

Vinstra heldur at rættatrygdin hjá fiskimonnum er hótt av fylgisveinaeftirliti.

Tað er ES, sum hevur trýst fylgisveinaeftirlit í gjøgnum í Danmark.