Teir áskoðarar, sum høvdu leitað sær í sjónleikarhúsið mikukvøldið, sóu tíverri ikki allan sjónleikin.
Orsøkin var, at Pippi sjálv knappliga gjørdist illa fyri beint eftir ein tátt á pallinum, og leikurin varð tí avblástur.
? Tað hendi ikki meira enn tað, at eg fekk andaneyð gjørdist eitt sindur illa fyri, sigur Beinta Clothier, sum nú hevur spælt Pippi 46 ferðir.
Sjúkrabilurin kom á staðið, men tá var alt yvirstaðið aftur. Beinta fór aftur til arbeiðis dagin eftir og hevur tað annars fínt.
Pippi verður aftur á skránni leygardagin klokkan 16. Enn er møguleiki at síggja leikin, tí sjey sýningar eru eftir á skránni.
? Tá hesar sjey sýningarnar eru lidnar, so haldi eg, at tað er liðugt við Pippi á hesum sinni. Fólk orkar kanska ikki Pippi meira, og leikararnir hava eisini onnur ting at gera. Vit mugu gevast, meðan vit enn eru á toppinum, sigur Beinta.
Leikurin var fyrstu ferð sýndur 21. oktober í fjør, og tá tey eru liðug, hava leikararnir verið 53 ferður á palli. 125 fólk kunnu hyggja eftir hvørjum leiki, og tað hevur verið útselt hvørja ferð. Hetta er nýtt met í Føroyum.