Avtalubrot í samgonguni um stytta arbeiðsviku

– Tað er avtalubrot í samgonguni, at partar av samgonuni eru lopin frá avtaluni um stytta arbeiðsviku

Tað sigur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna hjá Javnaðarflokkinum.

 

– Vit fóru til val upp á at stytta arbeiðsvikuna og at gera tíðina á arbeiðsmarknaðinum betri. Og tað skulu vit á mál við, endurgevur Dimmalætting hana fyri at siga í Løgtinginum í dag.

 

Har vísti hon á, at samgongan hevur arbeitt við at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar, soleiðis sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi lovaðu í valstríðnum. Og sum tað eisini er felt í samgonguskjalið, har tað stendur »Arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar. Trípartasamráðingar verða tiknar upp um at stytta arbeiðsvikuna við einum tíma annaðhvørt ár, til hon er komin niður á 37 tímar. Arbeiðsvikan verður skipað við lóg«.

 

Hetta arbeiðið er steðgað, og nú staðfestir løgmaður, at tað er ikki undirtøka í samgonguni fyri at stytta arbeiðsvikuna við lóg.

 

– Tí vænti eg - eg gangi simpulthen út frá - at man kemur við eini loysn upp á at stytta arbeiðsvikina, gjørdi Ingilín Didriksen, greitt í Løgtinginum í dag, skrivar Dimmalætting.

 

Lesið eisini: Hetta er avtalubrot í samgonguni