Havnalagið í Nes kommunu

Seinastu 4 árini er væl av peningi nýtt á havnalagnum á Toftum. Fyri 2 árum síðan varð atløgusíðan undir Fiskamarknaðinum longd við 85 metrum. Hendan íløgan kostaði góðar 8 mió. krónur.

Súni í Hjøllum,

bygdaráðslimur



Sum eina avleiðing av øktum virksemi á havnalagnum er gjørd ein skipað høvuðsætlan fyri bygningar og virksemi á havnalagnum. Landsverkfrøðingurin hevur góðkent hesa ætlan. Nakað av hesi ætlan er framt, men seinni í november fer at síggjast meira til hesa ætlan, tá ið asfalterað verður á havnalagnum.

Fleiri hallir eru bygdar á havnalagnum seinastu árini. Um ikki so langa tíð verða væntandi 2 nýggir bygningar bygdir afturat. Í hesum sambandi hevur og fer kommunan at gera umstøðurnar so góðar sum møguligt. Sjálvandi er talan um lutfalsliga stórar íløgur, men tað er sera umráðandi, at vinnulívið hevur góðar karmar og soleiðis fær møguleika og umstøður at mennast.

Á fíggjarætlanini fyri 2001 er samtykt at seta av 1,4 mió. krónur í íløgum til havnalagið. Harav er 1 mió. krónur til nýggja atløgusíðu. Nývalda bygdaráðið eigur at taka støðu til hvar og hvussu útbyggingin skal fremjast, men tað er greitt, at tørvurin er stórur.

Mín vón er, at viljin í nývalda bygdaráðnum verður góður til at fremja eina skilagóða útbygging á havnalagnum næstu árini. Seinastu 4 árini hava víst, at tað ber til at byggja út á havnalagnum uttan tó at taka lán.