Síggja vit burtur frá Sámalandi, er tað ein úr hvørjum Norðurlandi. Mánakvøldið sýna tey finska filmin »Ambush«, sum Olli Saarele hevur leikstjórnað í 1999. Evnið í filminum er kríggj, lýst á ein sovorðnan hátt, at ein kann javnmeta við kendar filmar sum »Saving Private Ryan« og »The Thin Red Line«. Nútímans krígsfilmar, sum á ein realistiskan hátt lýsa krígsins ræðuleikar. Í »Ambush« er leikur settur kring finsk-russika kríggið í 1941, tá ein lítil finsk súkklupatrulja í hernaðarørindum verður send inn á russiskt fíggindaøki. Í programmtekstinum fyri filmin verður m.a. sagt »Við skakandi megi og realismu lýsir Saarela krígsins ræðuleikar í einum heimi, har einki er í at velja, og har hugtøk sum æra og moralur alla tíðina verða skúgvað til viks«. Í finskum biografum hevur »Ambush« gingið væl og heilt fitt av fólki hevur sæð hann. »Ambush«, sum merkir slysálop, verður sýndur í Norðurlandahúsinum mánakvøldið klokkan 19:30. Næsta sýning í filmsfelagnum »Klipp« verður tann 5. mars. Tá sýna tey grønlendska filmin »Lysets hjerte«, har Rasmus Lyberth, sum stundar til tey fimti, spælir við. Tá eru bara tveir filmar eftir á skránni. Føroyski »Bye bye Bluebird« og danski metfilmurin »Den eneste ene«.










