Sigurd Berghamar 90 ár

Í gjár fylti Sigurd Berghamar í Havn 90 ár. Hóast hann er føddur í Havn og hevur búð í Havn meginpartin av lívinum, roknar hann seg sum klaksvíking og heldur enn við KÍ

Trý ára gamal flutti Sigurd við foreldrunum til Klaksvíkar, har hann vaks upp. 21 ára gamal fór hann aftur til Havnar, har hann gjørdist skrivstovumaður burtuav.

Í Sjóvinnubankanum var hann eitt skeið, men tá Esmar Fuglø fór at selja olju, fór Sigurd í starv hjá honum á tí felagnum, sum seinni bleiv til Esso og nú Statoil. Arbeiðið á oljusøluni gjørdist hansara lívsstarv.

Sigurd giftist í 1938 við Onnu Katrinu Hansen, nevnd Tinna, av Toftum. Tey fingu fýra børn. Elst er dóttirin Gunnvør, síðan Øssur, Rúna og Erla. Systrarnar búgva allar tríggjar í Havn, meðan Øssur býr í Keypmannahavn.

Sigurd Berghamar er eisini kendur sum rithøvundur og skald. Hann hevur skrivað tvær bøkur. Fyrst Biblíuorðabókina og síðan bókina »Men Guð gav vøkst«, sum er um søguna hjá Brøðrasamkomuni í Føroyum.

Umframt hevur hann yrkt og umsett fleiri sálmar og sangir. Nakrir eru at finna í Sangbók Guðs fólks hjá Brøðrasamkomuni. Umframt eina rúgvu av veitslusangum og tílíkum.

Sigurd Berghamar hevur eisini verið nógv brúktur sum rættlesari. Í tí sambandi kann nevnast, at eitt av teimum størru arbeiðunum á tí økinum, hann var við til, var at rættlesa fyrstu føroysku bíbliutýðingina, sum kom út í 1947.