KÍ hevur eina risastóra favorittstøðu móti B68

Her eru oddsini upp á dystin KÍ-B68

Eingin summarfestivalur uttan ein dyst hjá KÍ í Betrideildini hjá monnum. Í kvøld klokkan 18 spælir KÍ dyst við Djúpumýru móti B68.

 

KÍ er greitt oddalið í deildini við 46 stigum. B68 er nummar sjey við 18 stigum.

 

Tá liðini hittust á Svangaskarði á Toftum 3. apríl vann KÍ 2-0.

 

KÍ er risafavorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 1,05 og 1,08.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 8,50 og 10,63.

 

Oddsini upp á útisigur til B68 liggja millum 17,00 og 23,00. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##