Summarfestivalur er í Klaksvík, og vaktleiðarin hjá løgregluni visti í morgun at siga, at higartil hevur tað verið heilt okey.
- Vit hava bara havt onkrar smávegis uppgávur, har fólk eru komnin til ilnar, men tað hevur eydnast at fáa partarnar at tosa seg til rættis.
Í tí eina førinum, har tveir gestir vóru við at fara til hendurs, fingu teir at vita, at teir høvdu valið ímillum at missa bilettina - ella at fara í hvør sína ætt.
- Tá valið stóð ímillum at uppføra seg ordiliga - ella at fáa bandið klipt - valdu teir tað fyrra, visti vaktleiðarin at siga í morgun.
Løgreglan leggur aftrat, at tað sjálvandi skal eitt sindur til, áðrenn tú verður blakaður út av økinum, har Summarfestivalurin er.
Higartil hava tað so bert verið smáttaríir, og vónandi fer alt at ganga væl - eisini teir næstu dagarnar á stóra summartiltakinum í Klaksvík.
Lesið eisini -
Koyrdi ávirkaður beint í hendurnar á løgregluni
https://www.in.fo/news-detail/koyrdi-avirkadur-beint-i-hendurnar-a-loegregluni