Svøríki: 83 ára gamal ákærdur fyri narkosmugling

Aftrat tí 83 ára gamla, eru tríggir aðrir persónar eisini ákærdir í narkotikamálinum

Tað er ikki vist, at tú ert liðugur at liva - ei heldur at bróta lógina - fyri tað, um tú ert komin væl inn í áttatiárini.

 

Í Svøríki er ein 83 ára gamal maður ákærdur fyri at hava flutt stívliga trý kilo av amfetamini til eina adressu í svenska býnum, Norrköping.

 

Sambært ákæruritinum varð amfetaminið goymt á hesi adressu Aftrat tí 83 ára gamla, eru tríggir aðrir persónar eisini ákærdir í málinum.

 

Tíðindastovan NTB veit í kvøld at siga, at øll tey ákærdu í narkotikamálinum í Norrköping.nokta seg sek í ákærunum.