Smugling av rúsevnum: Tørvur er á 24 tollarum afturat

Talið á tollarum skal næsta trífaldast, um rúsevniseftirlit skal vera við øllum skipum og bátum, sum koma til landið

Tað sigur Ruth Vang, lands­stýr­is­kvinna við fíggj­ar­mál­um, í svari til ein grein 52a fyr­i­­spurn­­ing frá Anniku Ol­sen, løg­­tings­kvinnu, sum hevur sett henni fýra spurningar um eft­irlit við rúsevnum.

 

Løgtingskvinnan spyr soleiðis:

 

1. Verða øll skip og bátar, sum koma til landið, kann­að gjølla fyri rúsevni?

 

2. Um nei, hvør er orsøkin til hetta?

 

3. Hvat skal til av starv­fólk­a­orku og útgerð fyri, at øll skip og bátar verða kann­að?

 

4. Hvat er status við Heild­ar­ætl­an­ini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Før­oy­um 2022-2028 viðvíkjandi teim­um tilmælum, ið lands­stýr­is­kvinn­an varðar av?

 

##med2##

Kanna ikki øll skipa og bátar

 

Ruth Vang, lands­stýr­is­kvinna, svarar noktandi upp á fyrsta spurningin.

 

– Nei, ikki øll skip og bát­ar, sum koma til landið, verð­a kannaði fyri rúsevnir, sigur landsstýriskvinnan.

 

Í svarinum til annan spurning vísir hon á, at TAKS hevur gjørt eitt yvirlit yv­ir, hvussu nógv skip og bát­ar koma til landið, sum sæst niðanfyri:

 

  • 2023 komu: 1.878 skip og bátar
  • 2024 komu: 1.828 skip og bátar
  • 2025 komu: 1.727 skip og bát­ar

 

– Av tí at talið á skipum og bátum, sum koma til landið, er so høgt, hevur TAKS ikki møguleika fyri at gera neyvt rúsevniseftirlit av øllum skipum og bátum, sigur Ruth Vang.

 

– Arbeiðshátturin hjá TAKS er, at skip og bát­ar verða tikin út til rús­evn­is­eft­ir­lit grund­að á váða­met­ing­ar, sigur hon.

 

##med3##

Spurd í triða spurn­ingi hvat skal til av starvs­fólk­orku og útgerð fyri atøll skip og allir bátar skulu verða kannað, sigur hon, at ilt er at meta um, hvussu nógv­­ari starvsfólkaorku TAKS hev­ur brúk fyri fyri at kunna senda tollarar og hund­ar um­boð á øll skip og bát­ar, sum koma til Føroyar.

 

– Ein meting kundi ver­ið, at tørvur er á 3 ella 4 toym­um við 8 tollarum og tveim­um hundum til hvørt toym­ið, sum bara skuldu havt til uppgávu at kanna skip og bátar fyri rúsevnir.

 

– Tað er í alt í minsta lagi 24 toll­arar og 6 hundar, aft­ur­at teimum 14 tollarum og tveim­um hundum, sum eru í dag, sigur hon.

 

Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á netinum við at logga á sos.fo