Føroya størsta innandura spæliland Við Tjarnir

- Vit hava valt, at hetta ikki skal kosta ov nógv, soleiðis at børn skulu kunna koma bæði leygardag og sunnudag, um tey hava hug, sigur stjórin í stórhøllini Við Tjarnir, Regin Dalsgaard

 

- Stórur dentur lagdur á, at høllin altíð er rein, nosslig og ruddilig, og stjórin er sannførdur um, at hetta hevur stóran týdning, bæði fyri trivnaðin og fyri, at fólk, sum koma á gátt, skulu fara væl um

Stórhøllin Við Tjarnir hevur verið ein stór succes, síðan høllin stóð liðug og byrjaði sítt virksemi tíðliga í hesum árinum. 

Høllin er ein sjálvsognarstovnur, sum eigur seg sjálvan, um vit so kunnu siga, og tað er ein nevnd, sum er aftanfyri stórhøllina.

 

Stjóri er Regin Dalsgaard, og aftrat sær í føstum starvi hevur hann Súsonnu Sondum, sum er samskipari, og Inga Jacobsen, sum er húsavørður. 

Tríggjar vaskikonur eru eisini knýttar at høllini, og harumframt eru tveir vaskirobottar.

 

Lønin er venjingartímar

Høllin hevur eina gólvvídd á 8.500 fermetrar, og grundøkið kring høllina er umleið 25.000 fermetrar. Parkeringsumstøðurnar eru sera góðar við heili 637 parkeringsplássum, og hetta hevur sjálvsagt stóran týdning fyri umstøðurnar og alt tað virksemi, sum høllin rúmar.

Høllin Við Tjarnir kostaði 244 milliónir krónur at byggja, og tá er alt íroknað, eisini innbúgv. Byggitíðin var 22 mánaðir.

 

- Vit eru trý fólk, sum taka okkum av øllum tí dagliga, men tá stór tiltøk hava verið í høllini, hava eini 120 fólk verið til arbeiðis, harav vit eitt nú hava fingið góða hjálp frá ítróttarfeløgunum, sum í fyrsta lagi fáa sína løn aftur í venjingartímum í høllini, sigur Regin Dalsgaard. 

 

Hann vísir á, at síðan stórhøllin stóð liðug, og dyrnar lótu upp, hevur høllin verið karmur um nógv stór tiltøk, sum umstøður ikki eru til aðrastaðni í Føroyum.

 

Eingin strongd

Henda dagin, vit vitjaðu, skipaði Arbeiðseftirlitið fyri skeiði um arbeiðsumhvørvi, og her vóru eini 1000-1200 fólk úr øllum landinum inni á gólvinum.

Kortini hevði stjórin stundir til prát, og hóast hetta velduga stóra tiltak, sást einki til, at her var nøkur strongd.

- Tað stóra arbeiði er oftast frammanundan, og tá tiltakið er í gongd sum nú, og alt er upp á pláss, koyrir tað mesta av sær sjálvum, sigur Regin Dalsgaard.

Við Tjarnir verður stórur dentur lagdur á, at høllin altíð er rein, nosslig og ruddilig, og stjórin er sannførdur um, at hetta hevur stóran týdning, bæði fyri trivnaðin og fyri, at fólk, sum koma á gátt, skulu fara væl um.

Stjórin vísir eisini til heimasíðuna og sigur, at her kunnu øll bíleggja sær tíðir, og tað vanliga er, at feløgini, sum hjálpa til við tiltøkum Við Tjarnir, fáa venjingartíðir afturfyri.

- Eftir summarfrítíðina hava feløgini, Kyndil, Neistin og H71 vant fast her hjá okkum, sigur Regin Dalsgaard. 

 

Stórt spæliland

Eitt, sum er spildurnýtt í stórhøllini Við Tjarnir er, at í dag læt stóra innandura spælilandið upp.

 

- Vit fara at seta nøkur ávís vikuskifti út í kortið, sum vit fara at kunna nærri um. Ætlanin er nevniliga at hava eini átta slík vikuskifti gjøgnum eitt ár, har børnini rættiliga sleppa at hugna sær.

Regin Dalsgaard sigur, at nú spælilandið er latið upp, sleppa børnini at hugna sær bæði leygardag og sunnudag frá morgunstundini av og allan seinnapartin.

- Kostnaðurin fyri at hugna sær í høllini ein heilan dag er 100 krónur fyri børn, samstundis sum foreldrini sleppa inn ókeypis.

Stjórin sigur brosandi, at ofta er tað øvut – at foreldrini gjalda, og børnini sleppa inn ókeypis. 

- Fyrstu ferð, vit lata dyrnar upp til stóra spælilandið Við Tjarnir, er hetta vikuskiftið, 15.-16. november, og síðan ætla vit eisini at hava opið eitt vikuskifti í desember.

 

Fantastiskur møguleiki

Regin Dalsgaard heldur tað vera ógvuliga spennandi at royna eitt slíkt, stórt innandura spæliland í Føroyum, og hann bæði væntar og vónar, at foreldur og børn fara at brúka henda fantastiska møguleika.

- Vit hava valt, at hetta ikki skal kosta ov nógv, soleiðis at børn skulu kunna koma bæði leygardag og sunnudag, um tey hava hug, sigur stjórin í stórhøllini Við Tjarnir.

Nú stóra spælilandið er latið upp, er eisini høvi hjá fólki at keypa eitt nú poppkorn, kandy-floss og franskan hotdog.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

- Stórur dentur lagdur á, at høllin altíð er rein, nosslig og ruddilig, og stjórin er sannførdur um, at hetta hevur stóran týdning, bæði fyri trivnaðin og fyri, at fólk, sum koma á gátt, skulu fara væl um