Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og kona hansara, Olena Zelenska, til jarðarferðina hjá Haraldi, kongi. Mynd: Christoffer Andersen/NTB

Flogfarið hjá Zelenskyj mundi verið rakt av dronu

- Hetta er eitt talandi dømi um ein mann, ið leiðir eitt land, sum er í kríggi - ein maður, sum áhaldandi er fyri hóttanum, sigur Jens Stoltenberg

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og kona hansara, Olena Zelenska, til jarðarferðina hjá Haraldi, kongi. Mynd: Christoffer Andersen/NTB

Í kvøld vita útlendskir miðlar at siga, at flogfarið hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, mund verið rakt av einari dronu, tá flogfarið skuldi fara úr Moldova við kós móti norska høvuðsstaðnum Oslo í gjár.

 

- Ukrainski forsetin kunnaði okkum í gjár um, at roynt hevði verið at leypa á flogfarið hjá honum við einari dronu, men eg kann ikki fara í smálutir við hesum.

 

Soleiðis sigur norski fíggjarmálaráðharrin og fyrrverandi Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, við norska Tv2.

 

Volodymyr Zelenskyj kom til Oslo í gjár saman við konu síni at vera við til jarðarferðina hjá norska Haraldi, kongi, og í gjárkvøldið skuldi hann eisini hitta umboð fyri norsku stjórnina.

 

Norski forsætisráðharrin og ukrainski forsetin hittust eisini í morgun.

 

- Hetta er eitt talandi dømi um ein mann, ið leiðir eitt land, sum er í kríggi - ein maður, sum áhaldandi er fyri hóttanum, sigur Jens Stoltenberg.

 

Undir jarðarferðini í dag gekk Volodymyr Zelenskyj saman við konu síni og restini av fylginum frá slottinum til dómkirkjuna.

 

- Tað er imponerandi, at ukrainski forsetin velur at ganga oman gjøgnum Karl Johan, tvørtur um Slotsplássið og til dómkirkjuna - soleiðis sum hann gjørdi - bert tímar eftir, at roynt varð at leypa á flogfarið hjá honum, sigur Jens Stoltenberg.

 

Sagt verður, at russiska dronuálopið rakti eina marknaðstøð millum Ukraina og Moldova, og sivilfólk lótu lív í álopinum.

 

- Umframt at sivilfólk lótu lív, vórðu onnur særd, og eldar stóðust eisini av álopinum, skrivar ukrainska marknaðtænastan á Facebook tíðliga i morgun.

 

Tað var norska kringvarpið - NRK - sum var fyrst við tíðindunum um russiska álopið á flogfarið hjá Zelenskyj.

 

- Flogfarið mundi verið rakt í álopinum, tá tað skuldi fara úr Moldova. Hetta er veruleikin hjá ukrainska forsetanum, sigur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, við NRK.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og kona hansara, Olena Zelenska, til jarðarferðina hjá Haraldi, kongi. Mynd: Christoffer Andersen/NTB