We Need Art takkar fyri í ár

Tá vit byrjaðu We Need Art, var ætlanin at gera tríggjar veggjamálningar.

Tað endaði við 13 verkum og eini rúgvu av positivum ringvirkningum. 

 

Men tað sum er minst líka gott, er alt tað, sum hendi rundan um veggirnar.

 

Turistar spyrja, hvar verkini eru. Onkur hevur ferðast til Føroya, tí tey hava sæð veggjamálningarnar. Fólk í Hetlandi hava spurt, um We Need Art kann koma hagar. Og stórir altjóða miðlar hava varpað ljós á tað, sum er hent her.

 

Børn og barnagarðar fara út at vitja verkini. Ung listafólk eru farin at royna seg, tí altjóða viðurkend listafólk hava ikki bara málað veggir, men eisini lært frá sær, deilt sína vitan og tendrað ein neista hjá listafólkum í Føroyum.

 

Og tað síggja vit longu úrslitið av.

 

Vit hava fingið eina rúgvu av føroyskum veggjamálningum. Og so seint sum í dag byrjaði Jan Mohr Hermansen uppá tveir veggjamálningar í Skúlanum á Fløtum.

 

Áðrenn We Need Art hevði hann ongantíð málað eitt alment veggjalistaverk. Og nú er hann í holt við nummar 4.

 

Og Sanna og Rakul - sum málaðu teirra fyrsta almenna vegg í juni - byrjaðu eisini uppá ein vegg í dag. Hesaferð er tað Sinnisbati, sum fær ágóðan av teirra listarligu gávum.

 

Hetta er akkurát tað, sum vit hopaðu fór at henda.

 

Vit hava lag dent á at vera inkluderandi og havt eina lága gátt. Í summar hava fólk frá 14 ára gomlu Emblu Rán til 76 ára gomlu Sigrun Gunnarsdóttir verið við. Og tað eri so deiliga lívsjáttandi at uppliva. Og øll stuðla hvørjum øðrum.

 

Tað sigur kanska meira um verkætlanina enn nógv annað.

 

Tú nýtist ikki at hava ein ávísan aldur, eina ávísa bakgrund ella eitt ávíst navn fyri at vera við.

 

Og vit mugu ikki gloyma alla vælvildina.

 

Fólk hava lænt okkum lyftir, bilar og amboð. Latið okkum veggir. Hjálpt við máling, mati, ferðaseðlum, flutningi og øllum tí óvæntaða, sum altíð stingur seg upp.

 

Fólk, sum ikki kendust frammanundan, hava arbeitt saman. Børn og vaksin hava steðgað á, prátað og fylgt við. Nógvar nýggjar kontaktir, nýggj vinarbond og hugskot eru fødd.

 

Bara good vibes frá byrjan til enda

 

Tað byrjaði við einum málsetningi sum æt tríggir veggir.

 

Tað endaði við 13 verkum, og enn fleiri verkum sum avleiðing av We Need Art, nýggj listafólk, altjóða miðlar varpaðu ljós á We Need Art, ferðafólki, lærdómi, íblástri, hjálpsemi, samanhaldi og einum gevandi felagsskapi rundan um listina.

 

Og nú standa vit eftir við eini rúgvu av verkum, sum ikki eksisteraðu í mai í ár.

 

Nú standa tey her, og tú kann njóta tey púra ókeypis. Alt døgnið. Hetta er fyri børn, ung og vaksin. Og uttan mun til, hvussu nógv tú hevur á kontuni. Her eru øll á jøvnum føti. Og her halda skermar, algoritmur og AI pausu.

 

Listin endaði ikki bara á vegginum, hon setti eisini gongd í okkurt størri.

 

Og um alt gongur eftir ætlan, so royna vit aftur í 2027.

 

Og av hjartanum takk til Betri stuðul, Atlantic Airways, Articon, Tórshavnar kommunu, Eiðis kommunu, Klaksvíkar kommunu, Hjá Fróða, Stanley, Norðoyar Litbúð, Málingahandilin, Colorama, Tórshavnar málingahandil, Tórsgøtu, Margarinfabrikkin, John Eikholm, Hans Egil og synir, HZ Bussar, Faroe Ship, Løvubetong, Dúvugarðar, Havin.fo, Christian í Grótinum, Mentanargrunnurin, Norðoyar Listafelag, KG, Hjá Fríðu.

 

Og allar eldsálirnar Jákup Simonsen, John Kári Midjord, Niels Fríðheim, Turið Teitsdóttir, Gisleyg Egilstrøð Hansen, Robert Gardar, Salua Manai, Bogi Andreasen, Annika Biskupstø Steintórsdóttir, Hallgerð Akurstein og ein rúgva afturat.

 

Og til seinast listafólkini: Janus á Húsagarði, Artez, Edoardo Ettorre, Seth Globepainter, Janisdeman og HuskMitNavn. Og ikki minst tykkum nýggju sum vístu veg og dirvi: Sanna Dulavík, Rakul Poulsen, Embla Rán, Rólant av Reyni, Jan Mohr Hermansen og Ása Helena Brynjarsdóttir.

 

Túsund takk øll somul.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

##med26##

##med27##

##med28##

##med29##

##med30##

##med31##

##med32##

##med33##

##med34##

##med35##

##med36##

 

 

Vegna We Need Art

 

Hergeir Staksberg