Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof spældu í dag dyst á heimavølli í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Sävehof hevði vitjan av verandi meistarunum, Ystad í Partille.
Ystad vann dystin 37-33. Í steðginum var útliðið á odda 18-12. Tað royndist frægari hjá Sävehof í seinna hálvleiki, men samlað var tað ikki nóg mikið.
Ísak skoraði trý mál upp á tríggjar málmøguleikar, og hann legði eisini upp til tvey mál.
Sävehof er nummar átta í deildini við 10 stigum, so í løtuni liggja teir á einum endaspælsplássi. Teir eru tó bert eitt stig frammanfyri Helsingborg.
Týsdagin klokkan 17.45 verður føroyingauppgerð í Partille. Tá koma Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf á vitjan. Talan verður um dyst í bólki G í EHF European Leagu.
Farna týskvøld vann Hannover 27-25 (15-12) á Sävehof.











