Ribe-Esbjerg vann góðan sigur í Fredericia

Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Ribe-Esbjerg er bert ein verri málmun frá áttanda plássinum

Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Ribe-Esbjerg vunnu í dag ein góðan sigur á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í torførum dysti vann Ribe-Esbjerg 34-32 á Fredericia. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16.

 

Teis skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir, og hann vann liðnum tvey brotskøst.

 

Ribe-Esbjerg hevur 11 stig á níggjunda plássinum. Tað er sama stigatal sum Skjern og Sønderjyske hava á sjeynda og áttanda plássinum.

 

Komandi hósdag hevur Ribe-Esbjerg heimadyst í Blue Water Dokken høllini móti HØJ, ið hevur leigað Paula Jacobsen út til HC Keypmannahavn.