Maiken Lind er ættað úr Æðuvík og býr á Nesi.
Mamma hennara arbeiddi á saltfiskavirkinum í 40 ár, og tí var hetta ikki eitt ókent arbeiðispláss hjá Maiken Lind, sum byrjaði at arbeiða á virkinum, tá børnini vóru blivin stór.
Á Saltfiskavirkinum verður fiskurin skorin og liggur í laka í ein dag. Dagin eftir verður hann koyrdur í salt. Fiskurin stendur í salti í ein mánað, og síðani verður hann pakkaður í eskjur.
Maiken Lind starvast í pakkingini. Tá fiskurin verður pakkaður, verður hann góðskaður eftir liti, og blóðplettum. Vanliga er tey eru fimm fólk sum pakka. Tey hava fastar uppgávur á virkinum, men mangla fólk verður farið har sum tørvur er.
– Øll kunnu brúkast allastaðni.
##med2##
Arbeiði við saltfiski er kropsliga tungt arbeiði.
– Vit lyfta nógv. Kassarnir eru tungir, og summir fiskar viga eina rúgvu. Eskjurnar viga 20 kilo, og tær lyfta vit við hond.
Tey hava tveir steðgir. Kaffisteðg fyrrapart, og døgurðasteðg. Áður hava tey havt tríggjar steðgir, men hetta er broytt. Lønin er farin upp, og ein steðgur tikin burtur.
– Eg var í øðini, tá tað skuldi minkast í tveir steðgir, ikki tí at eg havi nakað ímóti hesum, men eg haldi, at prinsippið við at vit fóru upp í løn, og ein pausa tikin burtur, var órættvíst.
Tó er Maiken Lind glað fyri hetta, hon heldur, at dagurin skuldi altíð verið skipaður soleiðis.
##med3##
Av tí at tey eru fá starvsfólk, halda øll í steðg í senn, hetta ger, at tey hava góðar umstøður at læra hvønn annan at kenna.
Maiken Lind heldur, at tað er gott, at tey eru fá, tí tað og tað merkir, at tey koma hvørjum øðrum við, og tað skapar trivna.
– Vit eru bara 20, og tí vita vit tað mesta um hvønn annan.
Hon hevur nógv samband við hini starvsfólkini, og tað merkist beinanvegin, um onkur er móður, ella hevur pínu. Aldursspennið er úr 17 ár til nøkur 60 ár.
Maiken Lind hevur roynt at arbeitt á størri fiskavirki, og har fekst ikki samband við hini starvsfólkini á sama hátt sum á virkinum á Toftum.
– Har vóru eini 80-100 starvsfólk, og eg sá altíð nýggj fólk.
Tó kundi Maiken Lind hugsað sær nakrar starvsfelagar afturat, tí tað merkist um fólk mangla.
– Vit kundu verið fleiri fólk, men tekur tú ov nógv fólk inn, so er tað ein trupulleiki, um tað ikki kemur nakar fiskur.
Arbeiðið hevur verið støðugt seinastu árini. Vanliga verður arbeitt í átta tímar, onkuntíð er yvirtíð í ein ella tveir tímar.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##