Evrima kom til Havnar í morgun og eftir ferðaætlanini skal hon fara avstað aftur klokkan 15 í dag. Hon er á eini tíggju nátta ferð, sum byrjaði í Reykjavík týsdagin 18. august. Áðrenn Føroyar hevur skipið vitjað Grundarfjørð og Vestmannaoyggjar í Íslandi. Eftir vitjanina í Havn gongur leiðin víðari til Lerwick, Kirkwall og Edinburgh.
Evrima er ikki eitt vanligt stórt ferðamannaskip. Ritz-Carlton nevnir hana eina yacht, og hóast hon er 190 metrar long, er pláss bert fyri í mesta lagi 298 ferðafólkum. Hon hevur 149 svítur, og allar hava egna terassu. Manningin telur 246 fólk.
Hetta merkir, at tað næstan er eitt starvsfólk fyri hvørt ferðafólk umborð, og skipið er sostatt í tí heilt dýra og eksklusiva endanum av ferðamannavinnuni.
Evrima fór sína fyrstu ferð í oktober 2022 og var fyrsta skipið hjá The Ritz-Carlton Yacht Collection. Síðani eru marglætisyachtirnar Ilma og Luminara komnar aftrat flotanum.
##med2##
##med3##













