HBararnir gjørdu um seg í Gundadali

1. DEILD: Grannarnir í FC Hoyvík vórðu seinnapartin sendir niðan aftur við stórum sekki

18 ára gamli Dánial Mørkøre, sum akkurát hevur skrivað undir tveyára sáttmála við barndómsfelagið, var í dag ein av málskjúttunum, tá ið HB vann 5-0 ímóti grannunum í FC Hoyvík

HB og FC Hoyvík hava seinastu vikurnar verið í kapping um at sleppa undan plássi undir niðurflytingarstrikuni, sum HB undan dagsins umfari var undir.

 

Í dag var grannauppgerð í Gundadali, tá ið HB hevði vitjan av FC Hoyvík, og tað var als eingin spenningur og ivi um úrslitið.

 

HB vann 5-0, og tað ber við sær, at HB nú er á áttanda plássi við 20 stigum fyri 20 dystir, og at FC Hoyvík er á níggjunda plássi við 19 stigum fyri 20 dystir. Aftast er EB/Streymur við 7 stigum.

 

Hálvleiksstøðan var 1-0, og málið undan steðginum skoraði Jógvan í Skála, tá ið stórir tíggju minuttir vóru farnir. Hetta var triðja ferðin í ár, at 18 ára gamli Jógvan í Skála var málskjútti í 1. deild.

 

Tríggjar minuttir eftir steðgin økti Silas Joensen um munin til 2-0, og næstu løtuna gekk tað skjótt við málskjótingini, tí miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Dánjal Reginsson við brotssparki 5-0 heimasigurin. Hini málini skoraðu Edvard Falkenberg og Dánial Mørkøre. Silas Joensen hevur nú skorað fýra mál í ár í 1. deild, hetta var fyrsta ferðin, at 16 ára gamli Edvard Falkenberg var málskjútti í næstbestu deildini, 18 ára gamli Dánial Mørkøre hevur júst skrivað undir tveyára sáttmála við barndómsfelagið, eftir at hann í eitt skifti hevur verið í Vejle Boldklub í Danmark. Hann var í dag fyri aðru ferð í ár málskjútti í 1. deild, og 24 ára gamli veteranurin á unga HB liðnum Dánjal Reginsson var fyri fyrstu ferð í ár málskjútti.

 

Næsti dystur hjá HB verður um eina viku á útivølli ímóti Víkingi, og FC Hoyvík fær um eina viku vitjan av FC Suðuroy.    

 

Mest lisið

18 ára gamli Dánial Mørkøre, sum akkurát hevur skrivað undir tveyára sáttmála við barndómsfelagið, var í dag ein av málskjúttunum, tá ið HB vann 5-0 ímóti grannunum í FC Hoyvík