Jóannes Patursson fyrsti formaður fólkafloksins

Tá ið stovnarnir av Fólkaflokkinum høvdu valt leiðsluna var Jóannes Patursson fyrst valdi formaður.

Bjarti Mohr

Valevni hjá fólkaflokkinum



Jóannes Patursson var virkin innanfyri nógvar partar av samfelagslívinum. Hann yrkti sálmar og sangir. Hann hevði eina hugsjón um føroyskan landbúnað og vinnulív. Hann vildi hava føroyskt mál innan skúlagátt og skúlan bygdan á kristna grundstøði í fólkinum.

Sjálvandi sigur onkur kanska. Men hesi viðurskifti komu ikki uppá pláss av sær sjálvum ? tey komu uppá pláss tí fólk sum Jóannes Patursson og hansara felagar bardust fyri teimum.

Hugburður Jóannesar er framvegis galdandi í Fólkaflokkinum. Hesin hugburður er fyrst og fremst merktur av at Fólkaflokkurin vil taka ábyrgd í samfelagnum og Fólkaflokkurin torir at standa í andglettinum.

Í meira enn 60 ár hevur Fólkaflokkurin verið við til at lagt lunnar undir føroyskt ivnnulív sum hevur skapt arbeiðspláss til túsundtals føroyingar. Fólkaflokkurin hevur sett fleiri sosialar skipanir í verk m.a. eru flestu barnagarðarnir í Havn bygdir undir leiðslu Fólkafloksins umframt nógv onnur tiltøk innan barna- og eldrarøkt.

Tað er umráðandi fyri høvuðsstaðarøki at vit fáa ein sterkjan fólkaflokk valdan inn í Tórshavnar býráð.

Vinarligast at x við lista A ? Fólkaflokkin og hjálp okkum at gera høvuðsstaðarøkið til etit gott pláss at búgva í.