Støðan er álvarslig

Poul Nyrup Rasmussen heldur, at støðan er álvarslig, nú landsstýrið hevur lagt fram eina ætlan, sum førir Føroyar út úr ríkisfelagsskapinum, verður hon framd í verki. Men stjórnin fer at virða avgerðina hjá føroyingum.

Politikkarar á Christiansborg halda, at landsstýrið hevur tikið eitt rættiliga víðgongt stig, nú tað hevur tikið avgerð um at leggja nýggju fólkaatkvøðuna út til fólkaatkvøðu.

Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, heldur, at landsstýrið hevur lagt fram eina prinsipiella og víðgongda ætlan, sum elvir til, at Føroyar fara út úr Ríkisfelagsskapinum.

- Danska stjórnin stendur við hesum fyri einari rættiligari álvarsligari støðu, sum setur eina røð av grundleggjandi stýrisskipanarligum og búskaparligum spurningum, sigur danski forsætisráðharrin.

Men samstundis sigur forsætisráðharrin, at hann fer at virða avgerðina, sum fólkið tekur á fólkaatkvøðuni í mai.

- Støðan hjá dønum er framvegis hon, at tað er Føroya fólk, sum avgerð framtíðar viðurskiftini millum Danmark og Føroyar, sigur hann.


Nærlesa uppskotið

Í Forsætisráðnum fara løgfrøðingar nú í vikuskiftinum at nærlesa føroyska uppskotið, og týsdagin fer Poul Nyrup Rasmussen at leggja fram eina greinan av føroysku ætlanini saman við sínum sjónarmiðum um ætlanina.

Poul Nyrup Rasmussen kennir ikki uppskotið í øllum sínum smálutum enn, og tí vil hann ikki gera beinleiðis viðmerkingar til sjálvt innihaldið í tí enn.

Tsdagin skal forsætisráðharrin á fund við Føroya-nevndina hjá Fólkatinginum, og har fer hann at leggja síni sjónarmið fram um ætlanina hjá landsstýrinum.