Seinastu mánaðirnar hevur Thomas Chtistensen talst millum leikararnar, tá Herfølge hevur havt venjingar.
Vegna væntanti spæliloyvi heur hann tó ikki verið tøkur tá dystir hava verið á skránni. Thomas Christensen rýmdi nevnliga úr fyrrverandi felag sínum í Grikkalandi, tí lønarviðurskiftini ikki vóru í lagi. Fríggjakvøldið var tó greitt, at spæliloyvi nú er í lagi, og tí er Thomas Christensen møguliga millum leikararnar, tá Herfølge fer á vøllin um vikuskifti.
Thomas Christensen er mest kendur frá tíð sínari í Barcelona, har hann blaðungur kom saman við Ronnie Ekelund. Talan varð tó ikki um nógvar dystir á besta liðnum, har menn sum Romario, Stoichkov og Salinas sótu tungt á álospssessunum. Avrikini á næstbesta Barcelona liðnum vóru tó somikið sannførandi, at táverandi spanski landsliðsvenjarin, Javier Clemente, tók Thomas á spanska landsliðið, har tað gjørdist til tveir dystir og eitt merkisvert mál, sum varð skotið við hælinum.
Síðani varð hann í fleiri umførum lætnir øðrum feløgum, men skaðar og vánalig avriki viðførdu, at hann spakuliga varð førkaður út í gloymsluna.
Nú tykist danin, sum annars hevur spanska mammu, at ætla at endurreisa yrkisleið sína, og hetta verður so í fyrstu atløgu gjørt í Herfølge.