torførari at fáa staðfest, hvønn HB leiðslan ynskir at hava ábyrgdina fyri teirra besta lið. ? Vit vilja fegnir hava, at Kurt Mørkøre heldur fram í venjarastarvinum. Hann hevur víst, at hann megnar at stíla [...] syrgja fyri at lagið er gott, og tað hevur Kurt megnað sera væl, sigur Gestur Hovgaard, sum er formaður í KÍ. Okkum eydnaðist ikki at fáa fatur á Kurt Mørkøre í gjár, men vit skilja, at orsøkin til at hann ikki [...] er liðin nógv frá, men hann væntar ikki, at hetta fer at bila hjá KÍ: ? Vit halda okkum vera í einum góðum og spennandi felag, sum tað átti at verið spennandi at vant. Ikki minst tí vit hava nógvar og góðar
fyri, at teir báðir høvdu nógv at tosa um. Serliga fegin er Eyðun Elttør fyri stóra áhugan hjá bretum at fáa nakað skilagott burtur úr einum samstarvi á oljuøkinum millum londini. Enn er ov tíðliga at siga [...] positivur fyri einum samstarvi tvørtur um mark, um so er, at eitt oljufelt liggur báðumegin markið sigur landsstýrismaðurin. Hann metti ikki, at hetta fór at skapa stórar trupulleikar og vísti til eina felags [...] menning. Vit spurdu hann, hvussu tað ber til, at Føroyar hava biðið um fyrivarni fyri at góðtaka Kyotoavtala um útsleppin av CO2. -Eg haldi tað er skeivt, at vit í Føroyum bara siga ja ella nei, tá aðrir gera
tey fram sum grundgeving fyri, at starvið er alment. At sjónarmið eru ímóti hesum, t.d. á pensjónsøkinum, skilji eg, men eg meti hetta at vera eitt mál fyri fakfelagið at fáa í rættlag. Til avloysari verður [...] nærmastu embætisfólk hansara varð greitt, at stýrið, sum beinleiðis fylgja av at kommunulæknarnir eru alment settir, hevði skyldu at søkja eftir avloysara í viðtaluni at arbeiða hálva tíð. Hetta varð eisini [...] starvi. Hesum greiddi eg sjónvarpinum frá, men eisini, at um tað framhaldandi ikki eydnast at fáa avloysara, so kann fylgjan gerast, at eg velji at siga kommunulæknastarvið frá mær. Í løtuni eru mál í
vælvild fer at taka støðu til okkara umsókn um at koppseta, sigur Bjarni Djurholm, sum tó viðgongur, at tað, at vit hava útflutt sjálvdeyðan fisk til ES, ikki setur okkum í besta ljósið í hesum málinum [...] blaðnum í gjar fram, at koppseting ímóti ILA-sjúkuni bert er eitt amboð, ikki endalig loysn, og at fleiri vansar eru. Onnur tiltøk skulu til, t.d. "alt út, alt inn" hugburðurin og at koppsetingin bert verður [...] tillaging er neyðug, sigur Bjarni Djurholm. Landsdjórlæknin førur fram, at neyðugu stigini við t.d. at leggja brakk eru trupul at gera til veruleika, tí alibrúkini liggja sera tætt og fleiri eigarar eru
hálvleiki hug til at halda nógv fólk aftanfyri bóltin. Men tað vildi ikki siga tað sama sum at teir ikki høvdu eyga fyri álopsspælinum. Heldur var tað soleiðis, at teir lúrdu eftir møguleikanum at fara í skjótálop [...] ikki tí, at tað skortaði upp á møguleikar. Men teir vóru ikki gagnnýttir. B68 hevur havt stórar trupulleikar at skora mál í ár, og heldur ikki mikukvøldið eydnaðist tað. Men teir høvdu viljan til at arbeiða [...] møguleikan at skora mál fyri B68 fekk Jóhan Petur Poulsen. Hann varð spældur púra blankur, og hann hevði góða tíð, tá ið málverjin kom út á brotsteigarmarkið at verja fyri. Ungi maðurin royndi at lyfta upp
Gott kjøt. Góður føroyskur matur. Men nakrar vikur seinni fær tú at vita, at bóndin hevur ein ótespiligan máta at drepa seyð. Í staðin fyri at skjóta hann við seyðabyrsu og svæva, fer hesin maðurin til fjals [...] upplýsti um, hvussu vit bera okkum at við at drepa størri hvalir. Ongin gjørdi samanberingina "tað tekur 30 sekund at drepa ein grindahval, og kann lættliga taka ein hálvan tíma at drepa ein sildreka". Stórhvalur [...] góðtaka, at tað verður enn torførari hjá okkum at argumentera fyri grindadrápi. Hvussu skulu vit siga? "Nei, vit drepa grindahval snøgt og kvikliga. Tað eru teir størru, vit pína"?! At fara at veiða stórhval
tí læknarnir mettu, at ov lítið lív var komið í fingurin, tá ið ætlanin annars var, at teir skuldu loysast sundur aftur. Sambært læknunum, er ógjørligt at siga, hvussu hetta kemur at taka seg út, fyrr enn [...] Gunnleif veit ikki at siga, hví skiparin á Ljósafelli avgjørdi ikki at boðsenda tyrluni, men valdi at sigla longu leiðina til lands við Rógva. - Eg trúgvi, at hann hevur feilmett støðuna. Spurdur, um hann [...] nevniliga at sigla til lands við Rógva heldur enn at boðsenda tyrlu. 19 tímar Meðan teir í lastini tóku ímóti fiskinum hendan dagin, gjørdist vinstra hond á Rógva føst niðri í einum av bondunum. At kalla alt
seg galdandi, at dystir hava verið fluttir. Men nú er møguleiki fyri, at einstakir dystir í skránni verða lagdir at verða spældir eitt nú mánakvøld. ? Málið hevur verið umrøtt áður, uttan at nakað er samtykt [...] Fundurin, sum hann sipar til, er tann, sum feløgini og FSF nevndin plaga at hava fyri at eftirmeta farna kappingarárið og at stinga út í kortið fyri nýggja árið. Hesin fundurin var leygardagin, og skipanin [...] tað væl kenda, at tað er burturvið ikki at spæla fótbólt í juli, tá ið tað er hásummar í Føroyum. Íslendingar hava altíð spælt fótbólt í juli, men teir spæla ikki í oktober. Sjónarmiðið at skera føroysku
til endans snúði seg um, at Óli Jacobsen helt uppá, at Fiskimannafelagið tilvitað varð útihýst frá Útvarpi Føroya. Til endans troyttaðist útvarpsstjórin so mikið nógv av málinum, at hann tók táttin av skránni [...] eitt persónligt skriv, har hann greiður frá, at hann samvitskufult plagar at taka bæði FF-blaðið og Trúboðan við í sendingina, hóast hann ikki metir tey at koma undir tíðindabløð. Men hendan morgunin var [...] n. Óli Jacobsen kærir hesaferð fyri, at Útvarpið ikki nevndi FF-blaðið í umrøddu sending, og at útvarpsmaðurin svaraði ófólkaliga aftur. Hann førir eisini fram, at Fiskimannafelagið hevur verið útihýst
og sum hevur fingið føroyingar at hugna sær við spurningum allar jóladagarnar. ? Eg hevði varhugan av, at spælið fór at verða væl umtókt, men eg varð púra paff av, at tað bleiv útselt eftir 10 døgum, [...] verður gjørd. Hentzar viðgongur, at hann sjálvandi hevði latið gjørt fleiri eintøk, um hann visti, at slíkur gravgangur fór at verða eftir spælinum. Men sum hann sigur, at høvdu 5000 eintøk verið gjørd, [...] positivar reaktiónir frá fólki, og eisini fólk, sum vanliga ikki plaga at spæla tílík spøl, lata væl at. Orsøkina til hetta metir Hentzar vera, at Landastrok snýr seg um Føroyar og føroysk viðurskifti, og er tí