Á fjalli við harpun

    

Tú keypir tvey turr tjógv frá einum bónda. Gott kjøt. Góður føroyskur matur. Men nakrar vikur seinni fær tú at vita, at bóndin hevur ein ótespiligan máta at drepa seyð.
Í staðin fyri at skjóta hann við seyðabyrsu og svæva, fer hesin maðurin til fjals við jeppi og harpun. Hann rekur og drepur í senn. Rullar bara rútin niður og skjýtur. Tá fast er í einum lambi, setir hann ferð á jeppin og letur lambið renna so leingi tað orkar, meðan tað bløðir út. Rakar hann væl, so tekur tað sjálvandi ikki langa tíð. Ein minutt ella so. Rakar hann minni væl, so hevur hann kanska bara sprongt vilini, og so ganga kanska fimtan minuttir. Ella tjúgu. Men hann situr í jeppinum, og koyrir aftan á lambinum, til tað ikki longur orkar at renna og dettur niður.
Hvussu væl hevði kjøtið smakkað eftir at tú hevði fingið hesar upplýsingar?
Kanska hevði tað smakkað fínt. Kanska høvdu øll verið fullkomiliga líkaglað. Ið hvussu er tey, sum drønaðu í handlarnar, tá tað frættist at stórhvalatvøst fekst. "Oys, akkurát sum í gomlum døgum," smíltust fólk og fóru til hús við tjúkkum lunsum av sildrekatvøsti, sum keypmaðurin sjálvur segði VAR ikki so øgiliga dýrt.
Og fjølmiðlar smíltust við, og gjørdu samrøður við fólk sum mintust, hvussu deiligt tað smakkaði, tá tey vóru børn, og mintu okkum á, at skjótt fara vit kanska at skjóta okkara egnu hvalir! Landsstýrið arbeiðir upp á sakina, og so sleppa vit eins og okkara brøðra-"áh-vit-víkingar"-tjóðir at drepa STÓRAR hvalir, og ikki bara liggja og fjasa við grindahvali á sandinum.
Men ongin fjølmiðil upplýsti um, hvussu vit bera okkum at við at drepa størri hvalir. Ongin gjørdi samanberingina "tað tekur 30 sekund at drepa ein grindahval, og kann lættliga taka ein hálvan tíma at drepa ein sildreka".
Stórhvalur verður skotin við eini harpun við innbygdum sprongiknøtti. Rakar skjúttin væl, so ger sprongiknøtturin so stóran skaða á gøgnini, at hvalurin doyr innan fyri nakrar minuttir. Rakar hann ikki heilt væl, so klárar hvalurin at svimja undan í upp móti einum tíma áðrenn hann doyr.
Sjálvandi kunnu vit bara taka eina støðu sum sigur "Forbannað greenpeace-fjas! Ongar kenslur her - vit hava loyvi at drepa djór og eta tey, og tað skulu ongin aktivistar fortelja okkum, hvat vit steikja á pannuni."
Tað er okey. Men so má hetta gjøgnumførast. So má eisini vera í lagi at skjóta seyð, hundar, kaninir og tjøldur við harpun og lata tey renna (ella flúgva) eina løtu til tey doyggja. Tað er jú bara kjøt! Og tað kann ikki vera avgerandi, um aðrir drápshættir finnast. Er tað í lagi at skjóta við harpun, so ER tað í lagi.
Og í sama viðfangi kunnu vit so eisini taka hvalváknið aftur í nýtslu. Tað var jú bannað av samkenslu. Antin okkara egnu ella tí hjá hvalaverndarfelagsskapum. Men harpunera vit eitt hvalaslag, kunnu vit tað sama stinga eitt annað.
Og vit mugu eisini góðtaka, at tað verður enn torførari hjá okkum at argumentera fyri grindadrápi.
Hvussu skulu vit siga? "Nei, vit drepa grindahval snøgt og kvikliga. Tað eru teir størru, vit pína"?!
At fara at veiða stórhval kann heldur ikki sigast at vera ein grundleggjandi partur av okkara mentan, ella eitt týdningarmikið ískoyti til frystiboksina. Vit hava fingið proteinini, vit høvdu brúk fyri, uttan at eta sildreka hesi árini, hann ikki hevur verið til sølu í Føroyum.
Eg veit nú, hvussu dýrt stórhvalatvøst er. Hvussu tað kann matgerast. Og hoyri javnan, hvussu gongst hjá landsstýrinum at greiða gøtuna fyri stórhvalaveiðu.
Men eg veit framvegis onki um, hvørja støðu almennu Føroyar hava til drápshátt. Hvar er markið hjá okkum? Hvussu tryggja vit, at "okkara" hvalir doyggja so skjótt og pínuleyst sum gjørligt? Og hvat gera vit, um tað ikki ber til at drepa teir humant?
Kanska er tað bara støddin, sum er avgerandi. Vit drepa humant og so pínuleyst sum gjørligt - um dýrið afturfyri ikki er tyngri enn fimm mans klára at hála upp á sandin.