Heiðurin fær Ræst frá Star Wine List, sum í kvøld hevur latið ymsar heiðrar, har føroyska matstovan Ræst hevur vunnið »the Best Medium-Sized List« í danska ríkinum í 2025.
Star Wine List skrivar, at meðan danski høvuðsstaðurin fór avstað við bróðurpartinum av heiðrunum...
– So kunngjørdu vit eisini okkara fyrsta Gullstjørnuvinnara í Føroyum, har Ræst varð kosin at hava ársins Best Medium-Sized List í einum flokki umboðaður av Premium Estates of Austria.
Um Ræst skrivar Star Wine List, at talan er um eina nútímans matstovu, sum hevur fokus á fermentering, siðvenju og burðardygd. Í kvøld fekk hon Gullstjørnuna fyri besta miðalstóra lista av víni í danska kongaríkinum.
##med2##
Stuðlað av Premium Estates í Eysturríki, hátíðarheldur hesin flokkurin vínlistar, sum innihalda 200-600 vínsløg. Dómarin Stefan Neumann MS kallaði tað »eitt satt kærleiksverk, skapt við umsorgan og neyvleika. Tað rakar eina sjáldsama javnvág - fjølbroytt og ævintýrligt, men tó undurfult troystarligt.«
– Can’t wait to go..., legði hann afturat.
##med3##
Ræst verður nú við í altjóða finaluni á ársins stjørnuvínlista, sum endar túrin hetta kappingarárið, í juni 2026. Matstovan skal kappast við aðrar økisvinnarar í hesum flokki úr øllum heiminum. Síggj hvussu tingini myndast á túrinum, her.
Síggj listan yvir allar danskar vinnarar og finn teir á okkara Gold Star map.
Gold Star
Ræst, Faroe Islands
Silver Stars
Baest, Copenhagen
Bistro Boheme, Copenhagen
Den Vandrette, Copenhagen
Hotel Frederiksminde, Praesto
Kadeau Bornholm, Bornholm
Koan, Copenhagen
Olise, Copenhagen
Restaurant Babylon, Copenhagen
Restaurant Bobe, Copenhagen
Restaurant Høfde4, Blåvand
Ti Trin Ned, Fredericia
v.Lo Winebar, Copenhagen
##med7##
Expert jury panel
- Stephen Wong – Master of Wine
- Kathrine Larsen-Robert – Master Sommelier; Head of Wine (Europe), 67 Pall Mall
- Stefan Neumann – Master Sommelier
- Pascaline Lepeltier – Best Sommelier of France 2018
##med4##
##med5##
##med6##

















