FÓTBÓLTSFUNDUR
At allir fimm landskappingardystirnir í bestu deildini skulu spælast í senn ? sunnudag klokkan trý ? hevur í mong ár verið ein sjálvfylgja, sum tað ikki hevur verið sett spurngartekin við. Tað hevur bara verið, tá ið feløg hava verið upptikin av Europa Cup, ella tá ið aðrar serligar umstøður hava gjørt seg galdandi, at dystir hava verið fluttir. Men nú er møguleiki fyri, at einstakir dystir í skránni verða lagdir at verða spældir eitt nú mánakvøld.
? Málið hevur verið umrøtt áður, uttan at nakað er samtykt. Nú var spurningurin aftur uppi og vendi. Tað hevur verið tosað um, at ein av dystunum skal spælast mánakvøld, tá ið tað í einum umfari eru tríggir dystir á skránni í Eysturoy. Á fundinum leygardagin varð gjørt av, at hetta skal vera ein av spurningunum, sum skal vera í spurnarblaðnum, sum vit nú beinanvegin fara at senda feløgunum. Svarini skulu brúkast sum grundarlag, tá ið við í næsta mánað fara at leggja kappingarnar komandi ár endaliga til rættis.
Hetta sigur Karl Vidtfeldt, formaður í kappingarnevndini hjá FSF. Fundurin, sum hann sipar til, er tann, sum feløgini og FSF nevndin plaga at hava fyri at eftirmeta farna kappingarárið og at stinga út í kortið fyri nýggja árið. Hesin fundurin var leygardagin, og skipanin av kappingini fekk ikki so lítla umrøðu. Umframt spurningin um dystir mánakvøld, so varð eisini tosað um longdina á kappingarárinum, og um tað framvegis skal vera soleiðis, at allar fótbóltskappingarnar eru í summarfrí í juli mánað.
At allir landskappingardystirnir ikki verða spældir í senn er nakað, sum er vorðið alt meiri vanligt aðra staðni í Europa. Har eru tað sjónvarpingarnar frá fótbólti, sum eru orsøkin til flytingar. Eitt nú verður í Noregi sum oftast ein dystur spældur leygarkvøld, og í Danmark hevur í heyst verið ein dystur á skránni leygardag seinnapart.
Vilja stytta kappingarárið
Millum sjónarmiðini, sum vórðu førd fram um kappingina og kappingarárið, var tað væl kenda, at tað er burturvið ikki at spæla fótbólt í juli, tá ið tað er hásummar í Føroyum. Íslendingar hava altíð spælt fótbólt í juli, men teir spæla ikki í oktober. Sjónarmiðið at skera føroysku kappingina eftir umleið hesum leistinum varð ført fram.
Tað er ein royndur lutur, at sjálvt um tað ikki verður spælt í landskappingini frá fyrst í juli og inntil fyrst í agust, so er fótbóltsvirksemið stórt hesa tíðina. Tað verður spælt í Europa Cup og í Intertoto, og feløgini, sum eru í steypafinaluni, brúka eisini hesa tíðina at fyrireika seg í.
? Tá ið alt kemur til alt, so man summarfrítíðin hjá spælarunum ikki vera meiri enn eina til tvær vikur. Um juli mánaði eisini skal brúkast til landskappingina, verða feløgini nú biðin at geva sítt boð uppá, sigur Karl Vidtfeldt.
Í uppskotinum viðvíkjandi leikdøgum, sum kappingarnevndin hjá FSF hevði gjørt undan fundinum leygardagin, var lagt upp til, at fyrsta innleiðandi umfarið í steypakappingini skal spælast fyrst í mars, og at átjanda og síðsta umfarið í 1. deild skal spælast miðskeiðis í oktober.
Tað vóru fleiri, sum góvu til kennar, at tað er ov seint at spæla avgerandi dystirnar miðskeiðis í oktober, og tað var eisini eitt sjónarmið, at tað er ov tíðliga at spæla fyrst í mars, tá ið tað ofta er kavi og illveður. Hvat feløgini halda um hetta, skulu tey eisini boða frá í svarinum upp á spurnarblaðið, sum tey fáa heilt skjótt, og sum tey skjótt skulu senda aftur til FSF.
? Tað eru fimm EM undankappingardystir á skránni í 2003. Tað eru fleiri dystir, enn tað vóru á skránni í farna kappingarárinum. Tað hevur við sær, at tað verður eitt sindur trongligari við vikuskiftum til landskappingina. Men hetta er ikki nakar trupulleiki. Nú fáa vit at síggja, hvat feløgini halda, og so fara vit at snikka uppskotið hjá okkum saman, sigur Karl Vidtfeldt, formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF og kappingarstjóri bæði í yngru og eldru deildunum.