Arbeiðsskaði
16 ára gamli, Rógvi Danielsen úr Havn, var alt annað enn heppin á sínum fyrsta túri til skips við djúpvatnstrolaranum, Ljósafelli. Kristi Himmalferðardag, meðan hann var til arbeiðis niðri í lastini á skipinum, sum var á kongafiskaveiði í Irmingarhavinum, hendi vanlukkan. Neyvan hevur skiparin mett tað, sum hendi, so ógvuliga álvarsamt, tí tað tók nógvar tímar, áðrenn drongurin kom undir læknahond. Skiparin avgjørdi nevniliga at sigla til lands við Rógva heldur enn at boðsenda tyrlu.
19 tímar
Meðan teir í lastini tóku ímóti fiskinum hendan dagin, gjørdist vinstra hond á Rógva føst niðri í einum av bondunum. At kalla alt kjøtið á peikifingrinum varð rivið omanav, og húðin á handabakinum og inni í lógvanum skrædnaði eisini niður eftir hondini.
Umborð á Ljósafelli bundu teir um hondina á Rógva, og hann fekk heilivág móti pínu. Kósin varð sett móti Reykjavík. Einar 19 tímar seinni, kundu læknarnir á sjúkrahúsinum í Reykjavík taka hond um skaðan.
Hendingin umborð á Ljósafelli førir við sær, at drongurin nú noyðist at liggja einar tríggjar vikur á sjúkrahúsi í Íslandi, tí læknarnir har yviri vilja sleppa at gera arbeiði liðugt og fylgja tí upp, áðrenn hann fer heimaftur.
Tíðin í Reykjavík er minsti trupulleikin. Ivin um, hvussu fingur og hond verða eftir skaðan, er tað, sum fyllir meira í huganum hjá Rógva og foreldrum hansara, Gunnleifi og Elinborg.
Av tí, at drongurin kom so seint undir læknahond, hevði hann eisini fingin kolbrand í hondina, og tað hevur ikki gjørt arbeiði hjá læknunum lættari.
Enn veit eingin, hvussu alt fer at taka seg út, tá ið avtornar, tí enn er ov stutt tíð fráliðin, og enn eru skurðviðgerðirnar ikki lidnar.
Bæði foreldrini hjá Rógva hava verið yviri í Íslandi hjá soninum meginpartin av tíðini, síðan vanlukkan hendi. Tey komu heimaftur sunnudagin, men pápin fer yviraftur seinni í hesi vikuni.
Lá 6 tímar á skurðstovu
Pápin, Gunnleif Danielsen, sigur, at sonurin lá í seks tímar á skurðstovu undir fullari narkosu, har læknarnir sum frægast royndu at fáa skil á aftur fingurin, handabakið og lógvan.
- Læknarnir hava tikið húð av beininum og hava sett hana á peikifingurin. Húð er eisini skorin av undirarminum og sett á handabakið. Síðan er fremstifingur á vinstru hond skorin upp og seymaður saman við tí meislaða peikifingrinum.
Hann sigur, at fingrarnir eru seymaðir saman fyri at geva gróðrarevni til peikifingurin, sum var so illa farin.
- Ætlanin var, at fingrarnir skuldu skerast sundur aftur í hesi vikuni, men hetta er nú útsett til komandi viku, tí læknarnir mettu, at ov lítið lív var komið í fingurin, tá ið ætlanin annars var, at teir skuldu loysast sundur aftur. Sambært læknunum, er ógjørligt at siga, hvussu hetta kemur at taka seg út, fyrr enn fingrarnir eru loystir sundur aftur.
Gunnleif fegnast um, at gróðrarevnini hava víst seg at vera góð, og at sonurin nú hevur tað betri.
Nógv pína
- Sum eg skilji, hevði Rógvi tað eftir umstøðunum hampiliga gott, meðan teir sigldu inn til Reykjavíkar. Fingurin og hondin hava ivaleyst verið doyvd av skaðanum, og hann fekk eisini doyvandi umborð. Tá ið hann kom til lands, byrjaði líka sum lív at koma í aftur, og í fleiri dagar hevði Rógvi ógvuliga nógva pínu. Læknarnir hava givið honum morfin, men neyðugt hevur verið at skift til onnur evni, tí hann gjørdist bundin at evnunum.
Gunnleif veit ikki at siga, hví skiparin á Ljósafelli avgjørdi ikki at boðsenda tyrluni, men valdi at sigla longu leiðina til lands við Rógva.
- Eg trúgvi, at hann hevur feilmett støðuna.
Spurdur, um hann hevur tosað við skiparan, sigur pápin at enda, at tað hevur hann.
- Men eg havi ikki tosað við hann um júst, hví tyrlan ikki varð boðsend eftir dreinginum, sigur hann.
Sum skilst, hava fjølmiðlarnir í Íslandi tikið málið upp og undrast yvir, hví Rógvi Danielsen kom so seint undir læknahond.









