Væleydnað spæl
Ofta verður sagt, at jólini eru høgtíðin, tá familjan savnast, og í ár gjørdi serliga ein maður sítt til at savna alt Føroya fólk rundan um stovuborðið. Vit tosa sjálvandi um Hentzar Steingrímsson, sum stutt fyri jól sendi spælið Landastrok á marknaðin, og sum hevur fingið føroyingar at hugna sær við spurningum allar jóladagarnar.
? Eg hevði varhugan av, at spælið fór at verða væl umtókt, men eg varð púra paff av, at tað bleiv útselt eftir 10 døgum, sigur Hentzar.
Hann hevur í fleiri ár spælt sær við tankanum um at gjørt eitt tílíkt spæl og hevur tað seinasta árið arbeitt miðvíst við at gera Landastrok til veruleika. Hentzar hevur sjálvur skrivað allar spurningarnar, sum eru flokkaðir í seks kategoriir, og hann gjørdi eisini fyrsta uppskotið til spæliplátuna, sum er eitt føroyakort. Byrjað verður í Fugloy, síðani verður farið vestureftir, og tann, sum fyrst kemur suður til Sumbiar, hevur vunnið spælið. Sera misjavnt er, hvussu nógva tíð fólk brúka um spælið. Til ber nevniliga bæði at spæla sum einstaklingar og sum bólkur ímóti bólki, og tá er ymiskt, hvussu drúgt spælið kann blíva. Tað skjótasta Hentzar veit, at nakar hevur ferðast kring landið við Landastroki, er ein tími, men tá skal ein eisini vera serliga kringur í øllum sløgunum av spurningum, sum m.a. eru mentan, ítróttur, náttúra og almenn vitan.
Eftir at hava gjørt spurningar og spæliplátu, vendi Hentzar sær til Hannis Egholm, sum hevur endaliga hevur sniðgivið spæliplátuna. Harafturat hava Hanus A. Samuelsen, Steingrím Niclasen, Zakarias Wang, Hans Holm, Svenning Tausen og Súni Merkistein rættlisið og kannað spurningar og svar.
Meira viðkomandi
Hentzar Steingrímsson sigur seg bara hava fingið positivar reaktiónir frá fólki, og eisini fólk, sum vanliga ikki plaga at spæla tílík spøl, lata væl at. Orsøkina til hetta metir Hentzar vera, at Landastrok snýr seg um Føroyar og føroysk viðurskifti, og er tí meira viðkomandi enn útlendsk spøl.
Og áhugin má sigast at hava verið stórur. Landastrok varð prentað í 3000 eintøkum, og eftir at tað frættist, at tað var útselt, hava fleiri ringt til Hentzar, og spurt, um ikki okkurt eintak av Landastroki var eftir.
Enn er tó støða ikki tikin til, um fleiri eintøk verða prentað, ella um ein nýggj útgáva av Landastroki verður gjørd. Hentzar viðgongur, at hann sjálvandi hevði latið gjørt fleiri eintøk, um hann visti, at slíkur gravgangur fór at verða eftir spælinum.
Men sum hann sigur, at høvdu 5000 eintøk verið gjørd, so hevði triðja hvørt húski í Føroyum átt eitt eintak av spælinum, og tað hevði hann ikki roknað við frammanundan. Slík spøl eru nevniliga ikki bílig at prenta, og tí heitti Hentzar á Føroya Tele, Smyril Line, Føroya Shell, Føroya Bjór og Føroya Sparikassa um at stuðla spælinum. Aftur fyri fingu fyritøkurnar sítt navn á svarkortini inni í spælinum, og tann møguleikan lótu tær ikki fara afturvið borðinum.
Villur millum svarini
Men hóast Landastrok man vera tann jólagávan, sum eina mest setti dagsskránna um jólini og savnaði fólk, so er spælið ikki heilt lýtaleyst.
2880 spurningar eru í spælinum, men tó hevur onkur funnið svar, sum ikki eru røtt, og hesum veit Hentzar av. Hann sigur, at teir gjørdu sítt besta, men avgjørdu, at hóast onkur hendinga villa óivað fór at stinga seg upp millum teir mongu spurningarnar, so mátti arbeiðast til eitt punkt, har ein kundi liva við úrslitinum og senda spælið til prentingar. Hann leggur afturat, at hann ongantíð enn hevur spælt eina útgávu av Trivial Pursuit, har eingin feilur var í, og tí er torført at sleppa undan slíkum.
Men Hentzar Steingrímsson er fegin um, at Landastrok var tann jólagávan, sum flest fólk savnaðust og tosaðu um á jólum í ár. Bøkur o.a. kunnu nevniliga verða góðar gávur, men kunnu sum oftast bert lesast av einum í senn. Spøl sum Landastrok savna harafturímóti, og á jólum í ár savnaði Hentzar og Landastrok alt tað føroyska húskið líka úr Fugloy til Sumbiar til jólahugna og spurnarkapping.