Tann morgunfríski útvarpslurtarin hevur kanska lagt til merkis, at tátturin at lesa upp úr bløðunum í sendingini »Góðan morgun Føroyar« er tikin burtur.
Talan var um ein stuttan tátt hvønn morgun, har verturin í morgunsendingini las yvirskriftirnar hjá dagbløðunum upp. Orsøkin til, at harmleysi tátturin er tikin av, er ein álvarslig kæra til Løgtingsins umboðsmann frá Óla Jacobsen, formanni í Føroya Fiskimannafelag.
Tað, ið byrjaði sum eitt pinkumál millum útvarpsmannin og Óla Jacobsen, endaði sum ein frágreiðing upp á 31 síður frá umboðsmanninum, har svar omaná aftursvar endaði úti á einum síðuspori, ið til endans snúði seg um, at Óli Jacobsen helt uppá, at Fiskimannafelagið tilvitað varð útihýst frá Útvarpi Føroya. Til endans troyttaðist útvarpsstjórin so mikið nógv av málinum, at hann tók táttin av skránni.
Frábað sær grenj
Alt byrjaði um morgunin 23. mai 2002, tá útvarpsmaðurin Hilmar Jan Hansen las upp úr bløðunum sum vant. Hann hevur eftir øllum at døma ikki fingið FF-blaðið í hendurnar hendan morgunin, og tí lesur hann ikki upp úr tí eins og úr hinum bløðunum.
Tað fær Óla Jacobsen at senda eitt hvassorðað faks til tíðindamannin, har hann skrivar: »Hetta finni eg meg ikki í. Tí krevji eg, at FF-blaðið fær somu umrøðu sum hini bløðini við fyrstkomandi høvi, t.v.s. uppundir tíðindasendingina kl. 9.«
Útvarpsverturin gerst skakkur, tá hann fær stungið faksið í hendurnar. Hann fer í sinnisstøðu til telduna og sendir Óla Jacobsen eitt persónligt skriv, har hann greiður frá, at hann samvitskufult plagar at taka bæði FF-blaðið og Trúboðan við í sendingina, hóast hann ikki metir tey at koma undir tíðindabløð. Men hendan morgunin var blaðið ikki komið honum í hendi.
Síðan leggur hann hvassliga afturat: »Og nú, tá eg kortini sendi tær hesar reglur, vil eg gjarna frábiða mær meira grenj um hetta. Hvørja ferð eg eri vertur, royni eg samvitskufult at fáa fatur á øllum teimum útkomnu bløðunum ? stórum sum smáum ? fyri ikki at nakar skal vera fyri mismuni. Hetta telefaksið hjá tær stinkar langan veg av innbillaðari forfylging, sum eg einki kenni til og ei heldur brýggi meg um at hoyra um.«
Fyri hetta svar fær útvarpsmaðurin seinni eina átalu frá stjóranum, Jógvan Jespersen.
Fær átalu
Svarskrivið er ovboðið fyri Óla Jacobsen, sum eisini áður hevur kært Útvarpið fyri landsins hægsta kærustovn: Løgtingsins umboðsmannin. Óli Jacobsen kærir hesaferð fyri, at Útvarpið ikki nevndi FF-blaðið í umrøddu sending, og at útvarpsmaðurin svaraði ófólkaliga aftur. Hann førir eisini fram, at Fiskimannafelagið hevur verið útihýst ella í øllum førum fyri mismuni, tá tað ræður um at koma til orðanna í Útvarpi Føroya.
Eitt langt brævaskifti fylgir síðan í málinum, har pástandir verða lagdir oman á pástandir, og svar fylgir svari.
Til endans skerir Joen H. Andreasen, umboðsmaður, ígjøgnum og finst at brævinum hjá útvarpsmanninum. Hann staðfestir, at orðalagið í aftursvarinum til Óla Jacobsen »als ikki og undir ongum umstøðum kundi góðtakast, og tók hann tí undir við, at starvsfólkið hevði fingið eina átalu fyri hetta«. Aðrar avleiðingar fær málið ikki, tí útvarpsmaðurin er farin úr føstum starvi á ÚF.
Umboðsmaðurin helt hinvegin onki grundarlag vera fyri sjónarmiðinum, at Fiskimannafelagið skal hava verið útihýst í Útvarpi Føroya. Tað skjalatilfar, sum liggur í málinum, vísir tvørturímóti, at Fiskimannafelagið javnan verður nevnt í tíðindasendingunum.
Onki tíðindablað
Í sínari grundgeving fyri, at FF-blaðið ikki altíð varð nevnt, segði Útvarpið, at talan var ikki um eitt tíðindablað. Hesum er Umboðsmaðurin ikki samdur í, og tí eigur FF-blaðið at verða nevnt á jøvnum føti við hini bløðini.
Hvussu er og ikki. Úrslitið av hesum at síggja til lítla máli er, at nú verður onki blað lisið upp í morgunsendingini longur.