KÍ bíðar eftir Kurt

Í HB rokna teir við, at venjaraspurningurin verður avgreiddur í hesi vikuni ella í komandi viku

VENJARAR

HB, KÍ og NSÍ eru trý tey fremstu í bestu deildini. Tað er greitt, at Jógvan Martin Olsen verður venjari hjá NSÍ komandi ár. Men tað er ikki greitt, hvørjir verða venjarar hjá HB og KÍ.
Klaksvíkingar ynskja ikki at dylja, hvønn teir fegnir vilja hava at vera venjara hjá teirra monnum, meðan tað er torførari at fáa staðfest, hvønn HB leiðslan ynskir at hava ábyrgdina fyri teirra besta lið.
? Vit vilja fegnir hava, at Kurt Mørkøre heldur fram í venjarastarvinum. Hann hevur víst, at hann megnar at stíla fyri góðari venjing. Spælararnir eru í góðari venjingarstøðu, og umhvørvið á og kring liðið er gott. Tað eru nógvir um boðið á besta liðnum, og teir á beinkinum vísa aftur og aftur, at teir gera heilt stóran mun. Tað sóu vit aftur í Gundadali sunnudagin. Tá tað eru nógvir um boðið, og allir ikki sleppa upp í part, so er tað uppgávan hjá venjaranum at halda øllum til, og at syrgja fyri at lagið er gott, og tað hevur Kurt megnað sera væl, sigur Gestur Hovgaard, sum er formaður í KÍ.
Okkum eydnaðist ikki at fáa fatur á Kurt Mørkøre í gjár, men vit skilja, at orsøkin til at hann ikki enn hevur givið endalig boð, um hann fer at halda fram í Klaksvík ella ikki, er, um hann verður búgvandi í Føroyum, ella um hann fer aftur til Noregs.

Hoyra einki
KÍ formaðurin ásannar, at støðan kann gerast eitt sindur torfør, um teir ikki hava sett venjara, tá tíðin er liðin nógv frá, men hann væntar ikki, at hetta fer at bila hjá KÍ:
? Vit halda okkum vera í einum góðum og spennandi felag, sum tað átti at verið spennandi at vant. Ikki minst tí vit hava nógvar og góðar spælarar.
Fáa tit nógvar fyrispurningar?
? Síðani eg gjørdist formaður hevur eingin venjari spurt seg fyri um starv hjá okkum. Hvørki úr Føroyum ella útlendingur. Kanska er tað tí, at vit hava ein góðan venjara, eg veit tað ikki. Men eg haldi, at tað hevði ikki gjørt nakað, um venjarar góvu seg til kennar, um teir eru áhugaðir. Tað hevði gørt uppgávuna lættari hjá øllum pørtum, heldur KÍ formaðurin Gestur Hovgaard.

Frætta nógv
Í HB tosa teir nógv um venjingina komandi ár. Kári Nielsen og Jóannes Jakobsen hava havt ábyrgdina, síðani Ion Geolgau fór úr starvinum, sum hann hevði havt síðani 1998.
Tá vit spyrja Steinfnn Mittelstein, stjóran í Havnar Fótbóltur, sum helt 41 ára føðingardag í Runavík sunnudagin, um, hvussu tað verður við venjaranum, vil hann hvørki avsanna ella vátta, at menninir, sum nú hava ábyrgdina, fara at halda fram.
? Kári og Jóannes tóku uppgávuna á seg, tá tað stóð ikki so væl til. Teir eru settir til hetta árið er liðugt. Venjaraspurningurin fyri komandi ár verður avgreiddur í hesi vikuni ella í næstu viku, sigur Steinfinn Mittelstein.
Fáa tit nógvar fyrispurningar?
? Tað eru fleiri, sum føla seg fyri hjá okkum. Ikki minst úr útlandinum koma ofta teldupostir frá venjarum, sum siga seg hugaðar at koma henda vegin. Tá tað í fjør varð eitt sindur av turbolensi kring HB og venjaran, fekk eg fleiri teldubrøv, sigur Steinfinn Mittelstein.

VB leitar
Í Vági er Marek spælandi venjari. Tá vit spyrja John Henrik Holm, formann í VB, hvussu tað verður komanfi ár, svarar hann soleiðis:
- Vit søkja í løtuni eftir venjara, og sjálvandi er tað ein spurningur, sum vit vilja hava avklárað sum skjótast, men enn er ov tíðliga at siga nakað um hetta.
Er VB eitt av feløgunum, sum hevur roynt at fáa Ion Geolgau til venjara?
? Eg fari ikki at seta nøvn á, hvørjar venjarar vit hava havt samband við. Vit hava tosað við 3?4 persónar, men vit hava ikki verið í realitetssamráðingum við nakran, sigur VB formaðurin.